Føroyskar kommunur bróta lógina hvønn tann einasta dag. So bersøgin var útsøgnin frá føroyska rættindafelagsskapinum Fjølrit, sum umsitur alla avritan og endurgávur av vardum verkum, í tíðindaskrivi sent miðlunum í gjár.
Felagsskapurin segði í tíðindaskrivinum at teir síðani 30. august hava heitt á Kommunufelagið um at fáa øll sáttmálaviðurskifti í rættlag, soleiðis, at skúlar, stovnar og einstaklingar í kommununum kunnu avrita, endurgeva og á lógligan hátt nýta tilfar, sum vart er av lógini um Upphavsrætt, millum annað til undirvísing.
Les eisini: Kommunurnar bróta lógina hvønn dag
Hetta vil Kommunufelagið tó ikki hava sitandi á sær. Í dag hevur Kommunufelagið tí sent eitt lesarabræv til miðlarnar, har felagið afturvísur ákærunum hjá Fjølrit.
- Kommunufelagið hevur saman við umboðum fyri føroyskar kommunur viðgjørt sáttmálauppskot, ið eru komin frá Fjølriti, eins samskifti og fundarvirksemi hevur verið millum umboð fyri Fjølrit og Kommunufelagið. Seinasta samskiftið millum partarnar var í desember mánaði í 2017, sigur Kommunufelagið.
Víðari greiðir felagið frá, at tað er eingin loyna, at Kommunufelagið hevur verið ivasamt um tann leistin, ið sáttmálauppskotið hjá Fjølrit byggir á.
- Sambært tí fyrsta uppskotinum skuldu kommunurnar gjalda 60 kr. fyri hvønn skúlanæming. Í seinasta uppskotinum er gjaldið sett til 300 kr. fyri hvønn skúlanæming. Hetta svarar til omanfyri 2,1 mió. kr. Hetta er møguliga rætt og rímiligt, møguliga ikki. Tað vita vit ikki. Einasta ítøkiliga grundgevingin fyri upphæddini á 300 kr. hevur higartil verið, at áleið soleiðis verður gjørt í Danmark. Kommunufelagið kann hinvegin bara staðfesta, at rokningar fyri kopiering ikki eru sendar skúlunum síðani í 2014. Tá var upphæddin um 15 -25 kr. pr. næming. Við øðrum orðum er rokningin tjúgu faldað uppá 3 ár, skrivar Kommunufelagið.
Kommunufelagið sigur seg sjálvsagt viðurkennir upphavsrættin, og í tann mun at kommunurnar kopiera vart tilfar, so skal sjálvsagt rindast fyri tað, men tey siga eisini, at tey ongar ætlanir hava um at útskriva kommununum óútgreinaðar rokningar. Enn minni hevur felagið áhuga í at verða skuldsett fyri at fremja ella at skunda undir lógarbrot.
- Í upphavsrættarlógini eru ásetingar um, hvussu farast skal fram, um ósemja er um avtaluviðurskifti. Fjølrit kann hóskandi nýta hesi amboð, heldur enn at ákæra alla kommunala geiran fyri lógarbrot. Ein slík ákæra kann ikki metast sum annað enn óseriøs – og harafturat ómentað, skrivar Kommunufelagið í dag.










