Fríggjadagin 1. juni hevði Føroya Kommunfelag móttøku í nýggju hølunum í Kvívík, har skrivstovan hjá felagnum flutti í fjør.
Í røðu sum Rósa Samuelsen formaður í felagnum helt fyri gestunum, greiddi hon frá viðurskiftunum viðvíkjandi felagshúsinum í Kvívík, sum vóru teknað av Palla Gregoriussen arkitekti fyri Sparikassan í sínari tíð. Neyðugt var at umbyggja húsini, fyri at nøkta tey krøv sum felagið setti, millum annað at brekað skulu kunna ferðast í bygningnum.
Felagið hevur fingið eitt gott fundarhøli, har stýrið heldur sínar fundir. Hølini hóska eisini væl til minni fundir fyri limunum.
Skrivstovuhølini eru innrættað sum opið umhvørvi, har tey tvey starvsfólkini hjá felagnum og starvsfólkið hjá “Agenda 21 Stovuni” halda til. At arbeiða í opnum umhvørvi dáma starvsfólkunum sera væl.
Felagið hevur gjørt avtalu um at seta eitt fólk í vart starv og royndarrtíðin byrjar innan summarfrítíðina.
Borgarstjórin í Kvívík, Boje Christensen, bjóðaði felagnum vælkomið til Kvívíkar og helt at felagið hevði valt ein góðan stað at hava sítt felagshøli. Kvívík liggur væl fyri landafrøðiliga, og hetta eigir at gera tað lætt hjá limunum at vitja felagið. Hann ynskti felagnum alt tað besta í framtíðini.