Kommunudeild sett á stovn

Løgmaður hevur nú savnað alla tað kommunalu umsitingina á einum stað.

 

Tíðindaskriv

Løgmansskrivstovan


Hetta er gjørt við, at ein kommunudeild er stovnsett á Løgmansskrivstovuni.

Kommunudeildin fær ábyrgd av kommunustýrislógini og kunngerðum við heimild í henni. Eisini verður Landsfólkayvirlitið lagt til kommunudeildina. Harumframt fær kommunudeildin ábyrgd av at skipa og leiða tað framhaldandi arbeiðið við at umskipa tað kommunala øki.

Hilmar Høgenni er settur sum deildarleiðari, hann er útbúgvin cand. polit. og hevur síðani á heysti 1999 arbeitt sum ráðgevi í kommunumálum á Løgmanskrivstovuni. Áðrenn starvaðist hann í 5 ár sum umsitingarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.