Tveir kunnandi fundir hava verið í Eydnuni í samband við kommunusamanlegging. Bæði panel og orðstýrari vóru so hjartaliga samd um, at bygdirnar nú skuldi ganga saman í katólskt hjúnalag, sum sagt varð. Tað ber nevniliga ikki til at skiljast.
Fólkið kom á fund fyri at hoyra um fyrimunir og vansar. Men frá panelinum varð sagt, at leggja vit ikki saman nú, so verður tað ongantíð. Eg haldi, at tað er óprofessionelt ikki at velja eitt umboð, sum er ímóti samanlegging, so fólkið fekk eitt breiðari grundarlag at taka støðu út frá.
Tað sær út til, at málið hevur alstóran skund, hví? Skulu fólk ikki hava tíð at umráða seg ella hvussu?
Ein av áhoyrarunum bað um, at fólkið varð kunnað við einum faldara. Hetta var ikki hildið at vera neyðugt. Onkur helt, at tað broytti einki, og at fólk bara kundu møtt til fundirnar. Álvaratos, nú verður so nógv tosað um eldrapolitikk. Men tað er bæði synd og skomm ikki at fáa ein faldara í húsini, so tey, sum vóru ov slitin ella sjúk at koma á fund, og tey, sum vóru burturstødd ella til arbeiðis, eisini vórðu kunnað. Hesi fólk eru líka nógv verd, sum tey, sum møttu á fundinum.
Tað er ov vánaligt at skrumbla eitt so stórt mál ígjøgnum.
Við inngongdina á einari konsentratiónslegu stendur at lesa: "At gloyma er at endurtaka." Hetta rann mær í huga, tá ið eg hoyrdi um alt, sum møguleikar vóru fyri at gera, bara vit leggja saman. Tað var sum at loypa aftur í 80ini. Har vóru nevndir tunlar, havnir, ítróttarhallir o.a. Sagt varð, at tað var ov lítið av fólki, sum búsettist her. Neyðugt var at skapa meira virksemi, so fólki kundi støðast.
Løgið, her eru fleiri virki og nógv handilsvirksemi, ein skúli við øllum hentleikum og eitt virkið útróðarlív. Nógv nýggj hús verða bygd, hóast kreppan bara hevur fá ár á baki.
Møguleiki var fyri at útbyggja havnina á Oyri. Eg havi einki ímóti framgongd, men skulu vit hava meira tunga ferðslu til Oyrar, hví verður vegurin so ikki lagdur oman fyri bygdina? Minnist til børnini, tey skulu framvegis eftir sama veg í skúla.
Eisini havnin í Hvalvík kann verða útbygd. Har vóru allir møguleikar opnir, og ein møguleiki var at taka ímóti ferðamannaskipum, so vit kundu fáa fleiri ferðafólk í "Sunda kommunu".
Eitt, sum eg saknaði, og havi saknað, er ein sjónligur umhvørvispolitikkur. Tað varð bara tosað um at hyggja frameftir og at byggja meira. Men enn standa skrímsl og minna okkum á 80ini. Aliringar rekast um alt Sundalagið. Eingin hevur ábyrgd av at beina teir burtur, tí eingin eigur teir. Er tað nakað, sum ferðafólk leggja til merkis, so er tað dálking.
Eitt tað ríkasta økið í Føroyum, tá ið talan er um smádýr, er í fjøruni við Streymin, sum eftir øllum at døma verður savningarmiðdepil. Hetta er streyminum fyri at takka, tí nógv útskifting er í sjónum. Men tað er kanska ein spurningur um tíð, tá kanningar vísa, at Sundalagið er illa dálkað. Verður hildið á, uttan ein skilagóðan umhvørvispolitikk, kann henda, at vit verða fátækari heldur enn ríkari.
Tað er sjálvsagt neyðugt at nakað av náttúruni hvørvir, tá ið bygt verður. Men aðrastaðni í framkomnum londum, verða krøv sett til kanningar, fyri at vita hvørji árin virksemi hevur á náttúruna. Dentur eigur at verða lagdur á, hvar byggingin ger minst skaða, og at virksemi dálkar sum minst. Eru fólk góð við náttúruna, bíða tey ikki eftir at onnur seta krøv. Nei, tá seta tey sær sjálvum krøv, um tey vilja eftirkomarunum væl. Tað finnast virði, sum ikki kunnu gerast upp í pengum. Latið okkum verja tey, so vit kunnu vísa ferðafólki landið uttan at skammast.
Tað er gott at liva í Sundalagnum, og her er vakurt. Nógvur fuglur er bæði summar og vetur. Ternubøli, tjøldur og æðureiður eru allan vegin suður eftir steymoynni frá brúnni til Streymnesar. Útróðrarbátar koma og fara, og fólk seta nógv tiltøk í verk, sum høvi er at savnast til.
Sum rákið er, verða kommunurnar ivaleyst lagdar saman fyrr ella seinni. Men lat okkum fyrirreika til okkum til ta tíð, og geva fólkinum eina ítøkiliga ætlan. Tað er óheppið, um fólk kenna seg noydd at flyta burtur. Tí kanska valdu tey at búseta seg á einum friðarligum miðstaðarøki.
Eg havi einki ímóti framgongd ella samanlegging, men ikki fyri ein og hvønn prís. Sárini og sviðin frá 80unum plágar framvegis, og eftir fundirnar haldi eg ikki, at vit eru vorðin stórt meira búgvin.
P/S Ein lítil viðmerking til Hans Jørgen Jensen.
Sum øllum kunnugt, sum lesa tíni brøv, ert tú rættiliga ironiskur, tá ið tú skrivar. Tað er ikki vist at øll skilja teg. Tú kundi eisini sagt, at Hvalvíkingar o.o. ikki eru bangin fyri at bróta upp um armar og tískil eiga at verða javnsett. Men onkur er, sum ikki hevur nóg nógv sjálvsálit, tí ynski um at eingin samanlegging verður uttan Sunda kommunu, kom ikki frá Sundakommunu, men frá hinum kommununum.
Tit kundu kravt, at verður atkvøða, og allar hinar kommunurnar eru fyri, so má Sunda kommuna fylgja við. Hetta er ikki meira enn rímiligt í einum demokratiskum samfelag.