Kommunu-diktatur-struktururin

Símun A. Klein


Sum eg mangan áður havi nevnt, so eru Føroyar at rokna sum EIN donsk kommuna, undirstrikað av kensum donskum løgfrøðingum innan statsrætt v.m.
Harvið eru Føroyar eitt eindømi um í allari verðini, at tær eru ein kommuna, ið e lutað sundur í kommunur.
Í Dimmu nr. 107, 8. juni 2005, gevur Jógvan við Keldu til kennar, at í seinasta lagi ár 2009 skulu Føroyar minkast niður í 7 til 9 kommunur, og hann sigur m.a. víðari í greinini undir heimatíðindum, at eru avtalur ikki gjørdar millum kommunurnar um samanlegging, tá ið eitt ár er eftir av kommunuskeiðnum, so verður helst neyðugt at leggja kommunurnar saman við lóg!
Oddagrein í sama blaði veit eisini at siga, at tó eru eisini kommunur, ið ikki eru áhugaðar í at leggja saman og vilja tí heldur varðveita skipanina sum hon er... Leggja kommunur ikki saman við fríum vilja, so vera tær lagdar saman við lóg áðrenn ár 2009!
Her, sum so mangan í Føroya søgu, síggja vit hvussu hitt føroyska demokratiið gevur seg til kennar, tá tað virkar optimalt.
Hesin ætlaði framherðarhátturin hjá landsstýrinum er at samanlíkna við gifta mannin, ið ikki fær sín vilja við konu síni, og tískil er bert eini vegur til tess at røkka málið: At neyðtaka konuna!
Tað er gott at teir persónar og tær kreftir stíga fram alment og harvið geva til kennar, at einaræðisveldi er bara sakin, men brennandi spurningurin er bert, hvarí hesir persónar ið fleiri ferðir um vikuna við Bíbliuni undir arminum ella í hondini (øllum førum ikki í hjartanum) ganga trúfast hvør í sínum lagi á møti í hvør sínari syna-gogu. At hvar í tí kristnu trúnni teir fáa hendan frælsisandan frá, hetta, AT TVINGA OG KÚGA SÍN VILJA ÍGJØGNUM?
Tað skal ein ávísur frekleiki til at burturforklára Gal. 5.1, Kol. 2, 8 og 1. Kor. 7, 23.
Tey eru alt ov mong okkara millum, ið ganga og trúgva tí, at tey kunnu ogna sær himmalin í báðum støðum tvs. her á foldini og handan grøv, men stjørnmálafrøðin úr erva er annarleiðis hátta enn tær heimagjørdu bumburnar innan løgting og landsstýri.
Danmark kravdi demokrati innført í 1848 og fekk tað ígjøgnum - hvat við at Føroyar eisini koma inn undir demokratiska stýrisskipan tá nú Føroyar sigast at hoyra undir Danmark, tó uttan at demokrati loyvist at búleikast á klettunum??
Her ruggar einki rætt tit blindu farisearar!