Kommunulæknarnir vilja koppseta bæði børn og vaksin

Tað er burturvið, at tey, sum eru best fyri at koppseta, ikki hava givið eina sproytu enn, sigur hann.

Kommunulæknaskipanin hevur stóran kapacitet til at koppseta.

 

Meðan danir koppseta børn fyri koronu í fullari ferð, eru vit enn ikki byrjað at koppseta børn í aldrinum 5-11 ár í Føroyum.

 

Sambært ætlanini eru tað kommunulæknarnir, ið skulu standa fyri koppsetingini av børnum í hesum aldursbólki. Kommunulæknafelagið hevur verið á fundi við Heilsumálaráðið um hetta, og arbeitt verður nú upp á eina loysn.

 

Trupulleikin higartil er, at tað er ringt at koppseta børnini, tí tey brúka ikki líka nógv koppingarevni, og tað er ringt at fáa tað at passa við skamtirnar. Fyri at so lítið møguligt koppingarevni skal fara til spillis, ynskja kommunulæknarnir eisini at koppseta vaksin fólk.

 

– Um vit eisini koppsettu aðrar aldusbólkar, so hevði roknistykkið gingið upp, sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum.

 

Yvirhøvur vilja kommunulæknar fegnir vera við til at koppseta føroyingar sum heild.

 

– Vit hava allatíð bjóðað okkum fram til at vera við at koppseta fólk fyri koronu. Men man hevur higartil lagt tað til sjúkrahúsverkið, sigur Marjus Dam.

 

At byrja við kundi man forsvara tað, tí koppsetingin var trupul at hava við at gera. Men nú kann koppseitngarevnið tiðnast og liggjast í viðtæluni hjá kommulæknunum, vísir hann á.

 

Marjus Dam heldur tað vera harmiligt, at kommunulæknarnir ikki eru við til at koppseta.

 

– Vit duga ikki at síggja, hví vit ikki skulu koppseta okkara vanligu borgarar, sum vit longu koppseta fyri so nógv annað. Tað eru nógv, sum enn ikki hava fingið 3 prikið, og har kundu vit verið við til at gjørt okkara, sigur Marjus Dam.

 

– Vit eru áhugað í at koppseta børnini, men eisini aðrar borgarar, sum eru áhugaðir at koma til okkum at koppseta. Tað er burturvið, at tey, sum eru best fyri at koppseta, ikki hava givið eina sproytu enn, sigur hann.

 

Sambært formanninum verður tað í løtuni arbeitt við at fáa eina avtalu í lag um hetta.

 

– Eg vænti at tað kemur ein loysn uppá tað, so vit kunnu fara í gongd við at koppseta í ferð so skjótt sum gjørligt, sigur Marjus Dam.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, vissar fyri, at kommunulæknar skjótt eisini koma at koppseta bæði børn og vaksin.

 

– Tey arbeiða við einari loysn, hvussu man skal gera tað. Tað skal vera so góð atgongd til koppseting sum møguligt, sigur hann.