Kommunan yvirtekur Kvøld-, Ungdóms- og Musikkskúlan

   

Tórfinn Smith, Býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins
???????
Tórshavnar Kommuna eigur ongantíð ov skjótt at taka yvir alla ábyrgd og alla fígging av Kvøld- og Ungdómsskúlanum og Musikkðskúlanum við. Við hesi yvirtøku frá landi, kann ein samlað peningaupphædd fylgja við, sum er tað, landið í dag letur til hesar skúlar.
Á hendan hátt ber til hjá kommununi at leggja sín egna politikk í hetta virksemi. Ein stór og spennandi avbjóðing, har kommunali myndugleikin, so nær hann stendur borgarunum, fær møguleika at raðfesta, uttan allatíðina at vera bundin av hvørjum skerjingarlúnum landspolitikararnir eru í. Tíðin er farin frá skipanum, har bæði land og kommuna elta sama breyð. Vit eiga at fáa eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti, soleiðis at vit sleppa undan hesum æviga keglinum um, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum,- landið ella kommunan.
Sum er hevur kommunan ábyrgdina at útvega og rinda fyri høli og tað sum hartil hoyrir. Tað er heilt greitt, men tá vit koma til lønirnar, kemur trupulleikin, sum nú eisini vísir seg.
Snýr tað seg um vanliga kvøldundirvísing og frítíðarvirksemi fyri børn, rinda land og kommuna hvør sína helvt. Er talan um serundirvísing, sum í stóran mun fevnir um menningartarnað og heilsubrekað, ber landið allar lønarút-reiðslurnar, og sama er í sambandi við próvtøkulærugreinir, sum bera heitið royndarfyrireikandi undirvísing. Kommunan fær inntøkuna av skúlapengunum.
Tað óhepna við einum tílíkum tvíbýti av lønarútreiðslunum, sást nú, landsstýrið valdi at skerja, og setir harvið alla dagsskránna fyri hvussu mikið latast til skipanina. Gamaní kann onkur siga, so kann kommunan bara rinda so mikið meira, men tá er heldur eingin meining í einum frammanundan avtalaðum útreiðslubýti.
At skerjingin hesaferð rakti tey, sum bera brek, er stór skomm og til miklan skaða fyri tann bólk av okkara medmenniskjum, sum frammanundan er fyri vanbýti.
Ikki skulu vit gloyma, at skúlin, ella skúlarnir, vit her tosa um, eru landsins størstu. Kvøld- og Ungdómsskúlin við sínum millum 3- og 4000 næmingum, og Musikkskúlin við millum 5- og 600 næmingum.