Nú verður arbeiðið at gera djúphavnina á Tvøroyri, tikið upp aftur.
Men nú verður tað kommunan, sum byggir havnina.
Havnin er neyðug fyri at uppsjóvarvirkið, Varðin Pelagic kann fáa avskipað framleiðsluna, tí sum er, sleppa tey stóru farmaskipini ikki at.
Upprunaliga var tað eitt privat felag, sum fór undir at byggja havnina.
Kommunan á Tvøroyri skyldaði meiri enn eina álíkning í skatti og kundi tískil ikki taka lán at fíggja verkætlanina við.
Men nú hevur kommunan fingið loyvi frá fíggjarmálaráðnum at hækka lánið upp um eina álíkning, tí til í mesta lagi 1,15 álíkning.
Tað gevur kommununi rásarrúm til at yvirtaka verkætlanina og á býráðsfundi á Tvøroyri í gjár, varð tað einmælt samtykt.
Men nú hevur kommunan yvirtikið verkætlanina og ger Havnina lidnað. Arbeiðið byrjar aftur alt fyri eitt og havnin verður liðug 1. juni.
Fyrimunurin við at Kommunan ger og eigur havnina, er, at so fær kommunan eisini allar inntøkur av skipunum, sum brúka hana.
Og talan er um eina stóra havn. Sjálv atløgubryggjan verður 241 metrar og dýpið verður 11 metrar. Alt tað nýggja havnarøkið verður 8.260 fermetrar til víddar.
Havnin kostar 35 milliónir og Tvøroyrar Kommuna skal lána umleið 25 milliónir til endamálið.
Tá fer skuldin beint upp um eina álíkning, sum er nakrar og 50 milliónir.
Eftir loyvinum frá Fíggjarmálaráðnum, skal skuldin hjá Tvøroyrar kommunu verða komin niður aftur á eina álíkning tann nýggjársdag í 2016.
Myndin er frá tí degnum, virkið alment varð tikið í nýtslu og tað er Tróndur í Gøtu, sum liggur við bryggju, men nú má bryggjan byggjast út, so at virkið eisini fær avskipað.










