Kommunan svarar í morgin

Løgtingins umboðsmaður fær í morgin svar frá Tórshavnar kommunu í málinum um setanina av umhvørvisleiðara, sigur

Borgarstjórin, Heðin Mortensen við útvarpið. Heðin Mortensen hevði í gjár fund við vrakaða umsøkjaran, ið ikki slapp til samrøðu, hóast hon var einasti skikkaði umsøkjari. Meksikanska kvinnan fekk sambært útvarpinum at vita, at hon var vælkomin at søkja onnur størv hjá kommununi, men at kommunan ikki fór at taka málið um umhvørvisleiðara til nýggja viðgerð, tí umhvørvisleiðari er settur, og kommunan metur hetta mál verða liðugt. Tað er tí greitt, at umboðsmaðurin fær noktandi svar til áheitan sína, um at kommunan skal taka málið upp til nýggja viðgerð.