Bjørg Joensen
Valevni hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið
Ábyrgdarbýtið
Ein trupulleiki hjá landinum kann gerast ein møguleiki hjá kommununi. Vit hava í nógv ár hoyrt um t.d. eldraøkið, um tey heimleysu og um íbúðartrupulleikan. Hesi øki eru enn landsmál ella felagsmál. Tá ábyrgdarbýti er ógreitt ella ábyrgdin er býtt millum fleiri, er vansin ofta, at ongin kennir seg hava ábyrgdina. Og so hendir lítið. Hetta kenna vit frá arbeiðsplássinum.
Vit kunnu ikki sita og bíða. Vit skulu taka ábyrgdina og fara ígongd beinan-veg. Tað er langt á mál, men teinurin styttist ikki av tí, at man útsetir at gera nakað við tað, heldur tvørturímóti. Harafturat er tað óvirðiligt. Vit kenna tað øll og eru samd um, at viðurskiftini á nevndu økjum eru óvirðilig. Vit eru samd um, at økini mugu raðfestast og at nakað má og skal gerast nú.
Búskaparlig stagnering og virksemi
Tórshavnar Kommuna er ikki í truplari støðu, hóast ein ávís stagnering er í búskapinum í løtuni. Tá hugt verður eftir, hvussu virksemið í landinum er háttað, er byggivinnan eitt gott mið. Hon er fyrsti liðurin í ketuni, sum eisini skapar virksemi aðrastaðni. Tað er tí sera umráðandi, at byggivinnan er virkin. Við at byggja eftir førimuni - kemur tað eisini øðrum vinnum tilgóðar.










