Kommunan skal svara fyri Sjóvinnuhúsið

Kommunala Eftirlitið ivast í heimildini hjá Tórshavnar Kommunu at brúka almennar milliónir til ein bygning, ið skal leigast út

Kommunala Eftirlitið ivast í heimildini hjá Tórshavnar Kommunu at brúka almennar milliónir krónur til ein bygning, ið skal leigast út.

 

– Í fyrstu atløgu hava vit tí biðið Tórshavnar Kommunu um eina frágreiðing. Vit vilja hava greitt at vita, hvat endamálið er við ætlanini, sigur Hilmar Høgenni.

 

Deildarstjórin í Almannamálaráðnum, sum nú umsitur kommunumál, stendur eisini á odda fyri Kommunala Eftirlitinum.

 

Hilmar Høgenni bað kommununa um eina frágreiðing, eftir at Tórshavnar Býráð 13. august samtykti at brúka 73,9 milliónir krónur afturat til at gera gamla saltsølubygningin lidnan. Bygningurin, sum hevur fingið navnið Sjóvinnuhúsið, skal sambært Tórshavnar Kommunu leigast út til vinnulívið.

 

Sambært kommununi kann bygningurin brúkast til at kalla alt virksemi, ið onkursvegna hevur við sjógvin at gera. Og eftirspurningurin at leiga seg inn í bygningin er stórur, sambært kommununi.


Les fráboðan frá Tórshavnar Kommunu her

 

– Men hjá Kommunala Eftirlitinum reisir tað spurningin, hvørt ætlanin er innan fyri tað økið, sum ein kommuna kann fáast við, sigur Hilmar Høgenni og heldur fram:

 

– Spurningurin er, um ein kommuna kann brúka pengar upp á ein bygning, sum skal leigast út.

 

Leiðarin fyri Kommunala Eftirlitið vil tó ikki gera nakra niðurstøðu frammanundan.

 

– Vit hava í fyrstu atløgu biðið Tórshavnar Kommunu um eina frágreiðing, og eg vænti svar innan rímuliga tíð, sigur Hilmar Høgenni.

 

Tórshavnar Kommuna fekk brævið frá Kommunala Eftirlitinum 21. august, og ”rímulig tíð” at svara er sambært eftirlitinum tvær vikur til ein mánað.

 

– Tað er ein rímilig freist, tí vit ganga jú út frá, at Tórshavnar Kommuna hevur gjørt sær nakrar tankar um ætlanina, sigur Hilmar Høgenni.

 

Tá Kommunala Eftirlitið hevur fingið frágreiðingina frá kommununi, fer eftirlitið at gera eina lýsing av málinum og síðani eina niðurstøðu.

 

19. august boðaði Tórshavnar Kommuna frá, at hon hevði undirskrivað fimm av seks sáttmálum um tað umfatandi umvælingararbeiðið, ið skal gerast við bygningin.

 

Hóast heimildin hjá Tórshavnar Kommunu til yvirhøvur at gera hesa stóru íløgu í løtuni verður kannað av Kommunala Eftirlitinum, so steðgar arbeiðið eftir øllum at døma ikki upp.

 

– Nei, nú taka vit eitt stig í senn. Fyrst má eftirlitið fáa eina frágreiðing frá kommununi, og so mugu vit lýsa málið, sigur Hilmar Høgenni, sum tí ikki krevur arbeiðið við Sjóvinnuhúsinum steðgað.

 

Norðlýsið vísir til eitt líknandi mál frá 2007, tá táverandi Gøtu Kommuna ætlaði at byggja ein nýggjan skrivstovubygning, sum í stóran mun skuldi leigast út. Tá kom Kommunala Eftirlitið við nøkrum generellum viðmerkingum um slíkt virksemi.


Les grein í Norðlýsinum um málið frá 2007 her

 

Millum annað segði Kommunala Eftirlitið tá í 2007, at “tað í ávísum førum er í lagi, at ein kommuna tekur lut í vinnuliga virkseminum. T.d. kann ein kommuna taka lut í tílíkum virksemi, um hetta er grundað á, at kommunan hevur ein yvirkapasitet, sum hon vil brúka fyri at sleppa undan virðistapi. Hevur kommunan ein slíkan yvirkapasitet kann hon tí leiga út hølir, um ávísar treytir eru uppfyltar. Fyri tað fyrsta má kommunan ikki byggja ein ov stóran bygning, við tí eina endamálið at fáa ein yvirkapasitet, sum kann leigast út. Atlitið til at sleppa undan virðistapi kann tí sakliga grundgeva, at ein kommuna byggir størri hølir enn hon hevur brúk fyri, um so er, at kommunan veit, at tað innanfyri nærmastu framtíð verður neyðugt við størri hølum.”

 

Hilmar Høgenni er tó varin við at gera samanberingar millum málið frá 2007 og aktuella málið við Sjóvinnuhúsinum.

 

– Eftirlitið hevur sum nevnt biðið Tórshavnar Kommunu um eina frágreiðing. Tað vildi verið skeivt av mær at gjørt niðurstøður frammanundan, sigur Hilmar Høgenni.

 

Sum nevnt samtykti Tórshavnar Kommuna í august mánað at brúka 73,9 milliónir krónur til at gera Sjóvinnuhúsið liðugt. Tað merkir, sambært gerðabókini hjá býráðnum, at samlaði kostnaðurin fyri at gera gamla saltsilobygningin í stand verður umleið 94 milliónir krónur.