Kommunan selur bankan í Steinatúni

– Hava áhugaðir keyparar góðar ætlanir, verður bygningurin møguliga seldur

– Hava áhugaðir keyparar góðar ætlanir, verður bygningurin møguliga seldur.

 

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, í lesarabrævi, sum hann hevur sent Sosialinum.

 

– Tórshavnar kommuna leggur stóran dent á at fáa meira útvent virksemi í miðbýin. Kommunan eigur fleiri bygningar mitt í býnum. Flytur umsitingin út á Vestaru bryggju, ber til at lata nakrar av hesum bygningum aftur til býin. Kommunan keypti tríggjar bygningar í miðbýnum frá BankNordik, og av teimum verða tveir nú seldir, skrivar Heðin Mortensen.

 

Hann sigur víðari, at eftir er so sjálvur bankabygningurin, har kommunan hevur gjørt tvær tær ovastu hæddirnar til tíðarhóskandi skrivstovuhøli.

 

– Hava áhugaðir keyparar góðar ætlanir við bygninginum – ætlanir sum gagna vanliga fólkinum og miðbýnum – so verður støða tikin til møguliga sølu. Annars flyta fólk í umsitingini inn í niðaru hæddirnar, og sostatt ikki út á Vestaru bryggju. 

 

Borgarstjórin sigur, at verður bankabygningurin í Niels Finsens gøtu seldur, fer kommunan at seta treytir um úvent virksemi á niðastu hæddunum, sum borgarar í kommununi fáa ágóðan av í gerandisdegnum.

 

– Avgerðin um hetta seinasta er ikki tikin enn. Mál flyta seg støðugt, og málið um bygningarnar hjá kommununi er einki undantak. Tórshavnar kommuna vil fyrst og fremst lata miðbýin aftur til havnarborgarar. Verður ein góð loysn funnin í Niels Finsens gøtu, og annað virksemi flytur inn, so flytur øll umsitingin út á Vestaru bryggju.

 

– Eg eri sannførdur um, at vit fara at koma á mál við eini góðari og framtíðartryggari loysn, sum eisini er borgaranum til gagns, sigur Heðin Mortensen í lesarabrævi, sum kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER