Tað kom tíverri ikki nógv burtur úr at skjóta upp fyri Tórshavnar Býráð at fáa Rás Tórshavn at senda aftur. Tað gav heldur ikki afturljóð hjá teimum, sum stýra býnum, at 3157 borgarar skrivaðu undir eina áheitan um hetta sama.
Meirilutin í býráðnum við Jan Christiansen og Heðini Mortensen á odda vildi ikki ganga á møti ynskinum hjá einum stórum parti av kommununnar borgarum, um at taka upp aftur eina ta bestu kommunalu tænastuna, sum Tórshavnar Kommuna hevur havt.
So mikið vita vit í dag. Men kommunan og Televarpið áttu ikki at sloppið at doyggja í syndini.
Uttan at Tórshavnar Býráð hevur havt høvi til at taka støðu til tað, sum kom burtur úr samráðingum millum kommununa og Televarpið, undirskrivaðu og effektueraðu hesir báðir partarnir ein sáttmála, sum fyri kommununa og borgar-arnar er eitt hol í jørðini - fyri ikki at siga hol í høvdið.
Faktum er, at kommunan fyri eina lítla millión hevur givið Televarpinum ein marknaðarpart upp á í minsta lagi 6000 kundar. Men kommunan tryggjaði sær ikki, at hennara borgarar fingu eitt tilboð, sum bara líktist Rás Tórshavn afturfyri tað, sum latið varð. Hon tryggjaði sær heldur ikki so frægt sum eina tillagingarskipan.
Gangi út frá, at fleiri enn vit fýra í minnilutanum og eisini fleiri enn tey 3157, sum ómakaðu sær at skriva undir, hava eina sterka kenslu av, at her er farið so jánkasliga fram, at kommunan og Televarpið mugu koma út við onkrum, sum bøtir um skaðan.
Tí verður heitt á Andrass Róin, sum hevði so frálíkt úrslit við Føroya Tele í fjør, um at seta seg kring borðið saman við Jan Christiansen og Tróndi Djurhuus við tí endamáli at greina, hvat er gjørt skeivt, og finna út av, hvussu borgararnir í Havn fáa eitt tilboð, sum ikki ber bráð av útnýting.
Tí útnýting og vánalig røkt av borgarans áhugamálum var tað at sløkkja ta ókeypis Rás Tórshavn eftir einum degi og í sama andadrátti knalla eitt tilboð á borðið, sum kostar upp í 8000 krónur pr. húski bara í hesum árinum.
Tað er ikki skomm at taka í egnan barm, men tað er vánaligur politikkur og vánalig marknaðarføring at privatisera sínar borgarar og kundar um rygg.