Borgarstjórin og kommunustjórin ivaðust í, um tekniski stjórin var egnaður at røkja starvið. Tað framgongur í almennum innliti, sum Miðlahúsið hevur fingið frá Tórshavnar kommunu.
- Tað eru ávís viðurskifti í starvsútinnan tygara sum Tekniskur stjóri, sum ikki verða mett at verða nøktandi, og sum hava við sær, at leiðslan í kommununi ivast í, hvørt tygum eru egnaður at røkja starvið sum tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, skrivar Bjørgfríð Ludvík, kommunustjóri til Mikael Viderø í einum brævi, sum ikki er dagfest.
Les eisini Tekniski stjórin farin úr starvi
Mikael Viderø verður í brævinum biðin um at koma á fund við borgarstjóran og kommunustjóran, og at taka onkran við sær, tí, sum tað stendur skrivað í brævinum, fundurin kann fáa starvsfólkarættarligar fylgjur fyri tekniska stjóran.
Tann fundurin varð hildin 9. novembur. Á fundinum umrøddu tey raksturin av tekniska økinum og ósemjuna partanna millum.
Miðlahúsið hevur eisini fingið notatið frá fundinum, men har stendur sera lítið.
- Á fundinum umrøddu vit raksturin av tekniska økinum hjá Tórshavnar kommunu og ósemjuna partanna millum. Partarnir komu ikki nærri eini semju og fundurin endaði við, at partarnir samdust um at gera eina fráfaringaravtalu, skrivar Bjørgfríð Ludvík í notatinum frá fundinum.
Les eisini Vit síggja ikki eins upp á tingini
Endin var, at Mikael Viderø bleiv uppsagdur frá 1. desembur, við níggju mánaðir fráfaringarløn. Av tí at hann eigur feriu og avspáking til góðar, skal Tórshavnar kommuna rinda fyrrverandi tekniska stjóranum løn, eftirløn og frítíðarløn til og 31. septembur 2018.