Fleiri fólk flyta til Klaksvíkar, og tí hevur kommunan nú tann trupulleikan, at pláss er ikki fyri øllum børnunum, sum skulu á stovn.
-Orsøkin til trupulleikan er fólkavøksturin í kommununi, sigur Sigrun Vágstún, barnaansingarsamskipari.
Árgangirnir eru ikki størri, enn teir plaga at vera – teir liggja um 60 til 80 børn – trupulleikin, um tað so kann kallast, eru tilflytararnir. Hendan trupulleikan vil kommunan loysa, greiðir hon frá.
Sum nú er eru 15 børn á bíðilista. Hetta eru børn, sum eru fødd fyrsta kvartal í 2016, og sum bíða eftir ansingarplássi. Eisini bíða 2 barnagarðsbørn eftir ansingarplássi.
Hetta er ikki ein trupulleiki, sum kommunan hevur havt seinastu árini. Kommunan hevur klárað at nøkta ansingartørvin, og ofta vóru stovnarnir ikki fullir fyrr enn í apríl/mai. Í fjør var tó longu fult í oktober.
Fyri at gera pláss fyri teimum lítlu børnunum, sum skulu á vøggustovu, og geva vøggustovunum og dagrøktarum møguleika at flyta størri børnini í barnagarð, so fer kommunan nú at gera eina flyting av eldri børnum, sum ganga í barnagarði. Hetta eru børn sum eru fødd í 2011, sigur Sigrun.









