Kommunan leggur lok á Levi-málið

Tórshavnar Kommuna noktar at lata innlit í nakað, sum hevur við viðurskiftini hjá Levi Mørk og Frítíðarskúlan í Hoyvík at gera.

Tórshavnar Kommuna noktar at lata innlit í nakað, sum hevur við viðurskiftini hjá Levi Mørk og Frítíðarskúlan í Hoyvík at gera.

 

Umsitingin í Tórshavnar Kommunu hevur ligið oman á innlitsumbøn frá Miðlahúsinum um málið viðvíkjandi brádliga leiðaraskiftinum í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, eisini nevndur Klubb 188.

 

Innlitsumbønin varð send kommununi fríggjadagin 3. januar. Í gjár, 12 yrkadagar seinni, fingu vit svar, har noktað var at geva innlit í nakað sum helst.

 

Innlitslógin sigur annars, at er ein áheitan um skjalainnlit ikki gingin á møti ella noktað innan 10 dagar eftir, at viðkomandi myndugleiki hevur móttikið hana, skal myndugleikin boða viðkomandi frá, um orsøkina til hetta, og nær ein avgerð væntandi verður til skjals.

 

Tað gingu sum nevnt 12 yrkadagar, áðrenn svarið kom frá Tórshavnar Kommunu.

 

Svarið kom fáar tímar eftir at Tórshavnar Kommuna fyrrapartin í gjár boðaði frá, at málið nú var latið løgregluni til kanningar.

 

Tað var gjørt, hóast verjuadvokaturin hjá Levi Mørk framvegis ikki hevur sæð eitt tað einasta skjal í málinum. Tað váttaði Christian Andreasen fyri Rás2 á middegi í gjár.

 

Les eisini: Levi Mørk fær einki innlit

 

Klokkan gott trý seinnapartin í gjár fekk Miðlahúsið svar frá umsitingini í Tórshavnar Kommunu, har tey fyrst bóðu um umbering fyri drúgvu viðgerðartíðina av innlitsumbønini.

 

Síðani var víst til tíðindaskrivið um at kommunan hevði biðið løgregluna kanna raksturin í Frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188.

 

Les eisini: Býráðið meldað Levi Mørk

 

Víðari skrivar kommunan í svarinum til Miðlahúsið:

 

Við heimild í grein-13, stk. 1, nr.3 í innlitslógini hevur Tórshavnar Kommuna tí tikið avgerð um at sýta innlit í øll skjøl viðvíkjandi málinum.

 

Henda greinin í innlitslógini sigur, at

 

Rætturin til skjalainnlit kann avmarkast í tann mun tað er neyðugt til verju av munandi umhugsni viðvíkjandi fyribyrging, avdúkan og søkjan at lógarbrotum, revsingarfulgerð og líknandi og verju av ákærdum, vitnum ella øðrum í málum um revsi- ella agasókn.