Á býráðsfundi í gjár samtykti Tórshavnar býráð at keypa ognir fram við vegnum á sunnasta strekkinum á Argjavegnum út móti Argjaboðagøtu.
Samstundis varð eisini samtykt at lata hóskandi grundøki oman fyri vegin í býti.
Sunnastra strekkið á vegnum er í flestu førum einans fýra metrar breitt, og hartil er eingin gongubreyt.
Hetta ávirkar ferðsluna út á Argjaboða, og kommunan hevur tí arbeitt við fleiri møguligum loysnum upp á trupulleikan.
Í gjár varð so avgjørt, at kommunan ognar sær lendið, soleiðis at vegurin kann dagførast.