Kommunan javnar hús við jørðina

Tórshavnar kommuna fór í dag í holt við at taka niður gulu húsini á Eystara Ringvegi 2, ið kommunan í heyst samtykti at keypa frá gamla eigaranum.


Húsini vóru í sera ringum standi og vóru einki serligt prýði fyri høvuðsstaðarkommununa síðsti árini, og í fundarbókini hjá kommununi sæst, at tekniski stjórin metti, at tað var av stórum týdningi, at kommunan keypti ognina, so at húsini kundi takast niður, samstundis sum kommunan fekk ræðisrætt yvir ognina, ið liggur við ein av mest trafikeraðum vegunum í landinum.


Fíggjarnevndin hjá kommuni tók undir við hesum, og á býráðsfundi 28. september einmælt samtykti kommunan makaskifti við eigaran av ognini. Ognin varð mett at hava eitt virði á 1,1 millión krónur, og fekk eigarin eina ogn á Skarðshjalla pluss munin fyri húsini. Harumframt játtaði kommunan at brúka 200.000 krónur til at tinglesa og taka húsini niður.