Kommunan ikki tikið av nøkrum tilboði

Føroyingur fær eisini møguleika at bjóða uppá arbeiði í svimjihøllini, sigur Sigurð Ó. Vang, mentanarleiðari hjá Tórshavnar kommunu

Støða skal nú takast til vatnrussjibanan, ið býráðið hevur samtykt skal gerast í svimjihøllini í Havn.

 

Tað hevur verið funnist at býráðnum fyri bert at taka eitt tilboð inn uppá arbeiðið, uttan at bjóða tað út.

 

Sigurð Ó. Vang er mentanarleiða hjá Tórshavnar Kommunu.

 

- Vit hava ein serráðgeva innfyri økið, ið eitur Karsten Ask frá Aquaplan. Hann hevur arbeitt við svimjihøllum og vatnrussjibanum í eini 20-30 ár og kennir marknaðin betur enn tey flestu. Hann veit hvat er nøktandi innan prís og dygd og vit hava tí valt, at taka tað fyri góða vøru, sum hann mælir til, sigur Sigurð Vang

 

Sigurð Vang sigur, at tey kenna væl Karsten Ask og mett var, at hann var best førur fyri at geva umsitingini hjá kommunu bestu ráðgeving til verkætlanina.

 

- Hann hevur kannað marknaðin og hevur valt at taka eitt tilboð inn frá Hydro Sport í Svøríki. Hetta er ein ítøkilig veiting og uppsetan av einum produkti og vit hava valt, at taka hansara tilmæli til okkum. Karsten Ask hevur hevur eisini verið ráðgevi hjá kommuni innan svimjiøkið síðan 1980ini, so vit kenna hann væl

 

Føoyingur sleppu eisini at bjóða

 

Sigurð Vang leggur dent á, at kommunan hevur ikki tikið av nøkrum tilboði enn. Í gerðabókini hjá kommuni stendur, at umsitingin mælir býráðnum til, at umrøða uppskotið við atliti til, at umsitingin kemur við einum endaligum uppskotið til næsta fund, sum enn ikki er endaliga ásettur.

 

- Vit hava ikki tikið av frá nøkrum veitara enn. Ein føroyingur hevur givið til kennar, at hann eisini hevur møguleika at geva eitt tilboð og vit hava tí valt at geva honum tilfarið og hann letur eitt tilboð inn hesa vikuna.

 

Verkætlanin fer at kosta umleið  3 milliónir krónur, umframt kommunalt MVG á góðar kr. 185.000.

 

Eftir ætlan skal arbeiðið byrja í november og svimjihøllin steingjast í einar tríggjar vikur frá 5. desember.