Tað er Eik Banki, ið umsitur trotabúgvið eftir Valbjørn Dalsgaard, sum bygdi blokkarnar úti á Kongavarða.
Planerað er til fleiri líknandi blokkar, og tað er her, at kommunan sær ein møguleika at útvega byggibúgvin grundstykkir.
Vit hava verið í sambandi við bankan um at fáa hendur á hesum grundstykkjunum, og tað er neyðugt at fáa fatur á teimum rættiliga skjótt, sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur, at talan er um eitt hundraðtal av grundstykkjum úti á Kongavarða.
Men neyðugt er eisini, at prísurin er sámiligur, tí eingin fer at keypa grundstykkir fyri órímiligar prísir, sigur Heðin Mortensen.
Kommunan hevur fyrsta rætt at keypa hesi grundstykki aftur, men tað má sum nevnt verða fyri ein rímiligan penga.
Hetta er sjálvandi fyri at útvega grundstykkir til borgararnar. Tey eru planerað og byggibúgvin, so tað hevði verið ómakaleyst at fingið fatur á teimum, og vit hava eisini ligið fram við. Tað er prísurin, sum tað snýr seg um, sigur Heðin Mortensen.