Kommunan ger vinnuni ónáðir

Spákaði mær ein túr á Vestarubryggju í gjár. Tað var sera hugaligt at síggja alt virksemið sum var har.

 

Skipasmiðjan hevði úr at gera, nógv skip lógu til umvælingar.  Tvey fiskifør landaðu til landingamiðstøðina  og trolarin  Enniberg lá við bryggju.  Trolvirkið Vónin, Bakkafrost, Magn og Effo eru á Havnaøkinum, og eru tey  grannar hjá egningarskúrðunum og Íshúsinum. Við goymsluhøllirnar, frammanfyri Bátatænastuni, lógu lemmar og trol, ið staðfestu, at talan var um havnaøki.  Lastbilar og trukkar myndaðu ferðsluna, og hópurin av arbeiðsfólki runnu til og frá.

 

Men, soleiðis eigur tað at vera, tí talan er um virksemi á einum havnaøki. Sambært  almennu byggisamtyktini er økið  eitt sokalla B vinnuøki. Fyri at nágreina økið enn betur, nevnist Vestarabryggja í byggisamtyktini fyri kommununa B2, og har stendur soleiðis:

 

§ 9. Ásetingar fyri umráðispart B2 í 3. grundumráði                                                                Umráðisparturin verður lagdur til vinnuendamál, ið hava samband við skipaferðslu og fiskiskap og til virksemi, ið hava samband við hesi, t.e. skrivstovur, tænastuvirksemi, bilstøðlar og tílíkt.

Og kommunan skrivar á heimasíðuni: Í høvuðsheitum ber til at siga, at virksemið á havnaøkjunum í allari kommununi er farma- og ferðafólkaflutningur innan- og uttanlands, upp- og avskipan, umvælingar, proviantering og bunkring. Stutt sagt alt, sum hevur við sjóvinnu at gera.

 

Tórshavnar Havn hevur umvælt gamla saltsølubygningin og hevur kommunan givið hesum stolta bygningi navnið: Sjóvinnuhúsið. Eitt mergja navn til stóra nýumvælda bygningin í hjartanum av havnalagnum.

 

Men hvat, nú ætlar kommunan í ramasta álvara at flyta alla sína fyrisiting út har. Ikki bara út á havnalagið, men mitt ímillum allar vinnubólkarnar,  ið eru har. Tær kommunalu skrivstovurnar skulu hava Skipasmiðuna, Fiskimiðstøðina, Trolvirkið, Bakkafrost, Magn og Effo sum allarnærmastu grannar.

 

Hvat við byggisamtyktini. Hví verður sagt, at B2 økið er ætlað til vinnuendamál. Kann tað hugsast, at byggisamtyktin roynir at verja borgaran, í hesum føri vinnuna?  Ella er byggisamtyktin bara nakað, ið kommunan sjálv kann broyta, tá ið tað gagnar henni.

Borgarin er  kommunan.                                                                                                                             Eg havi altíð hildið, at ein  kommuna og eitt býráð eru fyri borgaran, men seinast árini, er alt meira komið fram, tað heldur er umvent í Tórshavnar kommunu, nú er tað kommunan fyrst og síðani borgarin.

 

Eg læs í býráðsskránni, at stjórnin mælti til, at kommunan flutti alla umsitingina út á Vestarubryggu. Tann sama stjórn mælti fyri tveimum árum síðani  býráðslimum til at keypa bygningarnar hjá Bank Nordik fyri 100 mió.kr. fyri at hýsa allari umsitingini. Kunnu vit taka slíka stjórar fyri fult, tá ið teir siga eitt í dag og siga tað umvenda í morgin? Ella hava vit fingið Brixtofte tilstandir, har borgarstjórin einsamallur ræður og umsitingin bara nikkar við?

 

Kundi verið áhugavert, at fingið at vita frá kommunustjóranum, hví hon  mælir til at keypa bankabygningarnar,  fyri síðani at mæla til, at øll fyrisitingin skal flyta út á havnaøkið. Eisini kundi verið áhugavert at hoyrt grundgevingarnar hjá tekniska stjóranum,  hví hann mælir til at blanda vinnu og kommunala fyrisiting saman.

 

Vónandi vakna býráðslimir og taka frástøðu um at flyta fyrisitingina út á Bacalaoøkið. Allar kommunur í landinum royna at fjálga um  hjá vinnuni, og soleiðis eigur eisini at vera í Tórshavnar Kommunu.

 

 

Hvør verjir vinnuna?                                                                                                               Javnaðarflokkurin er ikki kendur fyri at verða nakar vinnuflokkur, so tað undrar meg ikki, at tey vilja flyta eina almenna fyrisiting út á eitt vinnuøki, men hvat siga borgarligu umboðini fyri Fólkaflokkin og Sambandsflokkin? Halda teir, at tað er í lagi? Ella er tað nú so galið, at Tjóðveldið skal verða røddin hjá vinnuni? Býráðsval er um eitt ár, og hvat vil Framsókn siga um at treingja vinnuna burtur til frama fyri  kommunala umsiting?