Kommunan fer at leiga

Tórshavnar kommuna er við at gera leigusáttmála við BankNordik um gamla Sjóvinnubankan í Gongini. Húsið stendur tómt, nú Trygd er flutt niðan í Húsagøtu

Tað eru óivað nógv, sum kundu hugsað sær at hildið til í gamla Sjóvinnubankanum við útsýni yvir Vestaruvág í Havn.
Men tað verður helst Tórshavnar kommuna, sum fer at leiga húsið.
Beinanvegin, sum tað frættist, at Trygd skuldi flyta niðan í húsið hjá BankNordik í Húsagøtu, fekk bankin, sum eigur húsið, ein beinleiðis fyrispurning frá Tórshavnar kommunu um at leiga. Kommununi vantar høli.
Tí var ikki neyðugt hjá bankanum at leita eftir leigara.
- Tað verður helst til tað, men leigusáttmálin er ikki undirskrivaður enn, sigur Ingi Vestergaard, sum hevur ábyrgd av KT og bygningum bankans.
Endalig avtala er heldur ikki gjørd um, hvussu langt áramál sáttmáli verður gjørdur fyri.
Trygd flutti út seinasta vikuskifti, so klárt er at flyta inn.
Hølini eru stívliga 300 fermetrar.
Heðin Mortensen, borgarstjóri fær enn ikki sagt, hvat kommunan skal brúka húsið til. Hann sigur bara, at kommunan er áhugað í slíkum húsum.
Sjóvinnubankin varð bygdur fyrst í tríatiárunum á grundina, har átta hús frammanundan stóðu. Húsini vóru Ísaksstova, Við Stein, Dávastova, Í Dali, Hjá Peturi í Gong, Áspustova, Willumstova og Villustova.