Kommunan fegnast um G!

- Tað er so ótrúliga gleðiligt, at vit kunnu hava ein feitan festival her, so mann ikki endiliga skal til Havnar í alt, staðfestir Frígerð Heinesen, virkandi borgarstjóri í Eysturkommunu.

Hon greiðir somuleiðis frá, at kommunan roynir at gera sítt fyri at fjálga um tiltakið. Hetta verður millum annað gjørt við at skipa fyri nógvum praktiskum viðurskiftum.

Men virkandi borgarstjórin staðfestir eisini, at royna at skipa soleiðis fyri, at tað er liviligt hjá øllum í Gøtu, hóast festivalur er í bygdini.

- Vit mugu sjálvandi minnast til, at tað eisini búgva fólk í bygdini, sum skulu til arbeiðis dagin eftir, og tí mugu vit sjálvandi taka atlit. Eisini eftir seinasta dagin, so fólk framvegis kunnu fara í kirkju greiðir virkandi borgarstjórin frá.

Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, er burturstaddur.