Kommunan er skuldarfrí

Upp undir val og í umleypandi tíðum hava summi lyndi til at mála alt svart. Soleiðis er eisini, nú kommunuval stendur fyri durum, og á odda hesaferð ganga nøkur umboð í minnilutanum í Tórshavnar kommunu

Samstundis sum húsagangir hava hótt og herjað um heimin, hava tíðindi verið her heima um kommunur, sum hava ávísar trupulleikar at fáa endarnar at røkka saman, tí inntøkurnar hava ikki hildið, og tær renna seg í lániloftið fyri kommunur, sum er eitt árs skattainntøka.

Sigast má, at umboð í minnilutanum í Havn síggja serstakliga svart upp á støðuna, tí sum tann einasta av teimum stóru kommununum í Føroyum hevur Tórshavnar kommuna onga skuld yvirhøvur.

Kommunan hevur loyvi til at skylda eina álíkning – tað er um 600 mió kr. – men hon skyldar ikki eina krónu.

Hinvegin boðaðu vit fyri einum ári síðani frá eini íløguætlan, sum, um hon varð framd so skjótt sum ætlað, kundi krevja upp til 100 mió kr. í láni eina tíð – svarandi til ein sættapart av tí, sum kommununi er loyvt at skylda.

Nú árið nærkast endanum, kann staðfestast, at tað hevur ikki verið neyðugt at taka lán, og tað verður heldur ikki neyðugt í ár.

Orsøkirnar eru tvær. Onnur er, at inntøkurnar halda, og hin er, at tað hevur víst seg, at umstøður hava ikki verið at fremja allar tær ætlaðu íløgurnar í hesum árinum, men ein góðan part. Tær, sum vit ikki hava nátt, verða fluttar fram til næstu árini.

Tórshavnar kommuna ansar væl eftir sínum pengum. Skattakrónurnar fara til at reka og menna kommununa til frama fyri allar okkara borgarar í dag og í framtíðini.

Ókonstruktiv umboð í býráðsins minniluta, sum onki siga um, hvussu tey vilja menna kommununa, kunnu neyvan vera ímóti, at vit farnu fýra árini hava:

sett á at byggja skúlar á Argjum og í Hoyvíkshaganum

bygt røktarheimið Tjarnargarð

gjørt nýggja rennibreyt

endurnýggjað kloakkirnar í býnum

nútíðargjørt brennistøðina

gjørt sambindingarvegir millum býarpartarnar

og sett á at dagføra bygdirnar

Hetta er alt gjørt til frama fyri trivnaðin hjá borgarunum við neyðugum atliti til fíggjarligu orkuna hjá kommununi. Tí er Tórshavnar kommuna eitt gott pappír í dag, og vit bjóða okkum til at halda fram at stýra. Trygg og mennandi leiðsla er vegurin fram.