Leivur Hansen, býráðslimur
?????????
Vit liva í dag í einum landi við medvitandi og aktivum borgarum, ið royna at fáa ávirkan á politisku avgerðirnar, ið viðkoma teimum og teirra næstu, og ikki minst á, hvussu tær verða framdar.
Borgararnir krevja at verða hoyrdir og finna seg ikki í, at handlað verður yvir høvdinum á teimum.
Hetta er tekin um, at vit hava eitt sunt fólkaræði.
Tó er tað onki dulsmál, at tað serliga eru tey vælútbúnu, sum eru mest aktiv og medvitandi.
Uppgávan hjá einum kommunustýri er hava ábyrgd fyri breiddini og heildini. Kommunustýrið eigur tí at síggja til, at tað ikki bert eru teir sterku borgararnir, ið fáa sín tørv og ynskir eftirlíkað.
Kommunan er fyri allar borgararnar.
Dialogur skapar íblástur
Lokalpolitikkurin kann geva borgarunum eina veruliga ávirkan á, hvussu framtíðar vælferðarsamfelagið skal innrættast.
Avbjóðingin hjá politikarunum er at fáa bæði leik- og fakfólk við í arbeiðið. Ongin ivi er um, at dialogur gevur góðan íblástur.
Samskifti hevur sostatt týdning í einum sterkum og nútíðar nærdemokratii, og tí er umráðandi hjá kommunustýrislimum at nýta hetta amboðið í politiska arbeiðnum.
Eitt tílíkt samskifti kann eisini hjálpa til við at skapa fatan fyri, at alt ikki kann lata seg gera í einum, og at neyðugt tí er við raðfestingum og umleggingum.
Havnin skal skína á øll
Í Tórshavnar kommunu eigur eldraøkið avgjørt at verða raðfest fremst tey næstu fýra árini, soleiðis at vit í minsta lagi fáa bráðfeingis tørvin á ellis- og røktarheimsplássum burtur.
Somuleiðis eigur hølistørvurin á skúlaøkinum at verða tikin í størsta álvara, tí eisini her verður neyðugt við munandi ábótum tey næstu árini.
Hetta merkir tó ikki, at alt annað skal liggja í dvala.
Havnin skal sjálvandi skína á øll, men eftir tørvi og førimuni.
Setið krossin við Lista E tann 9. november.









