Á býráðsfundi í novembur í fjør samtykti Tórshavnar Býráð at fara undir eina tilgongd, har man yvirtekur Gundadalshøllina frá teimum trimum feløgunum Fleyr, Neistanum og Kyndli, sum eiga høllina í felag.
Treytin var tó, at aðalfundirnir hjá hesum feløgunum góðtak yvirtøkuna, sum hevði við sær, at kommunan rindaði feløgunum tilsamans 900.000 krónur, sum svaraði til innskotspeningin hjá feløgunum.
Men eitt av feløgunum hevði nakrar viðmerkingar til yvirtøkuna, og hetta fer kommunan nú at tosa nærri við felagið um.
- Vit fara nú í samskifti við felagið, hvussu vit koma víðari við málinum. Enn er høllin ogn hjá teimum trimum feløgunum, men tað er einki dulsmál, at eg sjálvur haldi, at kommunan skal taka sær av teimum fysisku karmunum hjá ítróttarfeløgunum í kommununi, og so kunnu feløgini taka sær av at skipa tað ítróttarliga innihaldið, sigur Annfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.