Kommunan bjargaði Argja Bóltfelag

Argja Bóltfelag er í stórum vanda fyri at missa loyvið at spæla í Vodafondeildini. Fyri at fáa loyvi at spæla í Vodafondeldini, skulu feløg kunna vísa FSF á, at tey hava eina positiva eginogn.

Hesa treyt lýkur Argja Bóltfelag ikki og fyri at sleppa undan at verða útihýst í Vodafondeildini, hevur felagið tískil søkt Tórshavnar Býráð um at sleppa at keypa AB-Húsið við fótbóltsvøllin á Argjum, skrivar Sosialurin í gjár.

Felagið sigur eisini, at tað er sera tórført at reka felagið, uttan at hava fasta ogn at seta í veð.

Og á Býráðsfundi seinnapartin hósdagin, samtykti Býráðið einmælt at selja teimum húsið fyri 230.000

Krónur og tað fer at bøta so mikið um roknskapin, at AB sleppur at halda fram, tí fyri tveimum árum síðani varð húsið mett at vera 2,8 mlliónir vert.