KSF fegnast um henda týdningarmikla reform, sum fer at geva kommununum fleiri og betri fíggjarstýringsmøguleikar. Kommunurnar hava tí eisini tikið virknan lut í fyrireikingararbeiðinum.
Eftir ætlan fer landsstýrið í næstu viku at lýsa nýggja kunngerð, sum setir reformin í verk frá fíggjarárinum 2009 at rokna. Tíverri er reformurin als ikki klárur at seta í verk.
Ásannandi, at talan er um umfevnandi umlegging av roknskaparhaldinum, bygnaðarligum mannagongdum og skipanum úti í einstøku kommunum, varð sett sum avgerandi fortreyt, at reglugrundarlagið og teknisku loysnirnar skuldu verða lidnar í góðari tíð, so at kommunurnar fingu tíð og umstøður at seta reformin í verk.
Hesum megnaði landsstýrið ikki at halda. KSF gjørdi tí longu í juni 2008 landsstýrinum púra greitt, at kommunurnar hava ikki nakran møguleika at seta nýskipanina í verk frá 2009, men í fyrsta lagi 2010.
Landsstýrið tvíheldur framvegis um ætlanina, tó at enn vanta mong týðandi viðurskifti at fáa uppá pláss.
Úrslitið er, at landsstýrið í óðum verkum tvingar kommunurnar undir reglur og krøv, sum tær ikki hava møguleika til at fylgja.
KSF hevur heitt á nýggja landsstýrið um fund til tess at viðgera møguleikar fyri royndarskipan, ið bæði landsstýrið og kommunurnar kunnu liva við hetta fram til 2010. Enn hevur landsstýrið ikki hirt at svara.
Stýrið í KSF mótmælir harðliga óvirðiligu støðuna, ið landsstýrið trýstir allar kommunurnar í. Somuleiðis heitir stýrið í KSF enn einaferð á landsstýrið um at umráða seg av nýggjum, so at kommunurnar fáa neyðugu tíðina til umskipa roknskaparhaldið eftir nýggju krøvunum.
Hetta er einasti vegur fram, skal alt tað kommunala roknskaparhaldið ikki enda í ruðuleika í fleiri ár. Og hetta var so ikki endamálið við reforminum.