Kommunalt sjálvræði

Við íløgumarkinum, uppgávum uttan samsvarandi inntøkur, við lóg og avgerðum sýgur landsstýrið allan merg úr kommunala sjálvstýrinum

Havi sett løgmanni fyrispurning um samsvarið millum stýrisskipanarlógina og ta viðferð, sum kommunurnar fáa frá løgmanni og landsstýri.

Løgmaður skal í tinginum greiða frá, fyrst hvat mark grundlógin og stýrisskipanarlógin seta fyri uppílegging frá landsins síðu í viðurskiftini hjá kommunum, og síðani hvønn týdning europeiski sáttmálin um lokalt sjálvræði hevur havt fyri arbeiðið hjá løgmanni og landsstýri við teimum lógum og fíggjarmálum, sum viðvíkja kommunum.


Kommunalt vald

Bæði grundlógin og stýrisskipanarlógin siga, við næstan somu orðum, at tað lokala samfelagið hevur ein rætt at skipa egin viðurskifti.

Stýrisskipanarlógin nýtur orðini ?rættur kommununa?. Men hesin rættur er ongin rættur, um hann verður stikaður inni í ein tronga. Fáa kommunurnar so stutt boð, at tær ikki fáa røkt sínar skyldur mótvegis borgarunum, ikki skipa egin viðurskifti á ein skilagóðan og miðvísan hátt, ja - so er brot framt á stýrisskipanarlógina.

Landið kann avmarka, men ikki avtaka kommunala sjálvræði. Men tá nú landsstýrið fremur alskins broytingar í tí veruliga valdsbýtinum millum land og kommunur, mugu vit spyrja, um ikki løgmaður og landsstýrið gera seg inn á stýrisskipanarlógina.


Fólkaræði nær at fólkinum

Londini, ið limir eru í Europaráðnum, harímillum Danmark, hava tikið undir við sáttmála, sum tryggjar lokala sjálvræði. Í honum verður sagt, at kommunala sjálvræðið er fortreytin fyri eini demokratiskari skipan, har stýrið er so nær borgarunum sum til ber.

Landsstýrið hjá okkum heldur seg kunna avmarka kommunalu íløgurnar uttan nærri grundgeving fyri, hvussu hetta samsvarar við tørvin í teimum ymsu kommununum. Landsstýrið flytir uppgávur, men ikki inntøkur frá landi til kommunur.

Tað tykist tíverri, at okkara kommunur missa bæði sjálvræði og neyðugar miðlar.


Heðin Mortensen

løgtingsmaður