Kommunala framtíðin

Kommunala framtíðin
Innlendismálaráðið eigur eitt uppskot, sum nú er til viðgerðar í løgtingsins rættarnevnd. Málið snýr seg um at seta kommunal mørk - samsvarandi løgtingslóg. Meiningarnar eru ymiskir millum flokkar og í flokkum. Hvussu endaliga álitið hjá nevndini fer at síggja út, veit ongin í skrivandi løtu. Tí eru hesar hugleiðingar skrivaðar, upprunaliga til leikskránna hjá Stranda Ítróttafelag í vikuskiftinum komandi.

Mest umrødda kommunan í heimssøguni man vera Parísarkommunan. Táið verkafólkið og smáborgaraskapið ongan bita fingu burturav stóra búskaparvøkstrinum, tey árini Napoléon triði ráddi fyri borgum í Fraklandi, tók proletariatið sakina í egnar hendur, og skipaði býin samsvarandi egnum politiskum premissum. Hetta hendi 18. mars 1871. Beinleiðis fólkaræði, sum tey róptu tað. Kommunustýri og kollveltingarligur mótspælari til valdsharrarnar í Versailles. Hesir seinru gjørdu bart, og bardu kommununa sundur og saman í blóðugari massakru, og lívsskeiðið vardi bara í hálvan triðja mánaða. Parísarkommunan gjørdist tó íblástur og fyrimynd hjá stórum parti av europeiska vinstraveinginum - heilt fram til okkara dagar.

Ein kommuna er eitt samfelag. Ein samskipan av borgarum, sum hevur til endamáls at røkja uppgávur av felagsáhuga, har individið ikki røkkur einsamalt. Ymiskt er, hvussu rúmsátt fólk halda at tað skal vera í hesum felagsskapinum. Hinumegin frá eru sjónarmiðini eisini ymisk, og landsmyndugleikarnir í Føroyum standa nú, eftir drúgva togan, á gáttini til at taka avgerðina um, hvussu kommunala geografi´in skal fáast at ganga upp, og hvussu kortið skal síggja út.

Tað hevur gingið ójavnt á í okkara tíð. Samanleggingar onkustaðni og sundurlesingar aðrastaðir. Hóast tað hevur verið sum kranavatn afturímóti byltingini í franska høvuðsstaðnum, so hevur í meira lagi av beiskleika hingið uppi við, táið tað slitnaði, vit kenna tað eina best her í syðra enda av oynni, og tað sigst fyri vist, at Sigurð á Lánni megnar at koyra blundandi ígjøgnum bygdina á Skála, tí hann vil ikki síggja hvussu gomlu kommunalu kammesjukkarnir húsast, tí verður nýggi vegurin ein lætti fyri hann og umhvørvið yvirhøvur, og ivaleyst finnast tað framvegis toftamenn, sum eru í somu traumatisku støðu, og sum helst høvdu vilja flogið av Høgasaltnesi inn undir Gøtueiðið.

Nú stríðast menn á tingi. Um mørkini. Sum feltgeneralar sita teir nú í rættarnevndini og royna at finna semju, og ivaleyst verður tann sáttin líka so skilaleys, sum táið europerarar stikaðu afrikanska meginlandið av upp á gjøt. Landafrøði og samleiki eru týdningarleys. Nú snýr tað seg um vald. Besta dømi er, at Heðin Zachariassen, Jallurin úr Norðstreymoy, sum eg plagi at rópa hann, hevur boygt landsstýrismannin av Økrum til at varpa norðrara partin av Eysturoy undir sítt vaksandi domenið. Hinumegin Sundalagið. Tað ræður um at hvessa sær albógvarnir, nú alt er í stoypiskeiðini. Undirhagin í einum regime er ongantíð nóg víður.

Trupulleikin við hesum uppskotinum er tó, at tað líkist afrikanskum tilstandum meira enn gott er. Allir tosa um mørkini, meðan lítið verður tosað um, hvat ið skal vera innanvert stikini, harið núverandi kommunur kunnu fara undir starv í felag. Ikki fyrr enn vit vita hvørið ætlanin er við færri og størri kommunum, er meining í at seta mørkini. Alt eftir hvørjar funktiónir landið ætlar, at kommunurnar skula umsita í framtíðini, eigur støddarhøpið at vera. Hetta verða í fyrsta lagi búskaparligar eindir, ið skula megna at lyfta byrðarnar, ið fara at verða fluttar frá almennu umsitingini. Tí mega eindirnar hava eina rímiliga javna stødd, soleiðis, at alt ikki skeivglast aftur eftir stuttari tíð.

Barnaverndin er flutt. Eldraøkið og skúlin standa á lopi. Men vit hava ikki viðgjørt hendan substansin. Hava ikki gjørt semju um nýggja bulin í kommunalu eindunum, kjakast heldur um kosmetikkin, um hvarið hegnpelarnir skula standa. Hetta ber heilt einfalt ikki til.

Taka vit Eysturoynna sum dømi, so kann hon gerast eitt ræðandi dømi um, hvussu skilaleys kommunala framtíðin í ringasta føri kann gerast. Í einum slagi av kommunalari imperialistiskari øði keypti Rodmundur tær tyngstu kommunurnar uppí Runavíkar Kommunu. Isolerað sæð, var tað møguliga skilagott. Hinvegin kann hetta átakið vera atvoldin til, at aðrar kommunur eru stygdar burtur. Ongin, sum er ivaleysa suverenur frammanundan, ynskir at leggja seg undir annan. Skal tað vera samstarv, má tað vera á frælsum vølli og á jøvnum fóti. Gøta og Leirvík taka seg saman, fyri at víðka sær um politiska yvirarmin, mótvegis føroysku fraklendingunum, isolationistunum, í Fuglafirði. Og áðrenn hetta samstarvið er formaliserað, so mæla menn í fullum álvara til, at ála oynna sundur ímillum Norðoyar og Norðstreymoy. Við einum hóskandi trygdargeira ígjøgnum stóru firðirnar og láglendið millum Fjarða.

Onkur má steðga hesum vitloysinum, sum byrjaði, táið landsstýrið gav kollfirðingum loyvi til at leggja saman við høvuðsstaðnum. Tá brast aksilin í tí besta modellinum, sum ivaleyst hevði verið at hildið seg til gomlu valdømini, í stóran mun gomlu sýslumørkini, sum hava verið brúkt til løgtingsvalini. Tvs. at øll Eysturoyggin gjørdist ein kommuna. Tá, og bara tá, fylgdust landafrøðin og samleikin. Hugtakið, ein eysturoyingur, kemur ikki av ongum. Hann hevur sín identitet, sín samleika, í eini felagskenslu, sum bara finst ímillum Sundalagið og Djúpini, Norðhavið og Álin. Harfyri er hann føroyingur, og verður ein sterkari súla undir føroyska samfelagnum, sleppur hann at varðveita sínar røtur í eind.

Tað er rætt at leggja uppgávur út til kommunurnar. Ongin ivi um tað. Tað skal tó gerast við skili, og ansast má val eftir, at hetta styrkir nærdemokratiið og at rationaliseringsvinningur fæst burturúr. Vandin fyri, at ov nógvir lepar hanga eftir í almenna reiðrinum í Havn, er stórur. At berja umsitingar niður stríður eftir øllum at døma ímóti natúrlógunum. Longu nú hongur nakað eftir av barnaverndini, so tað ræður um at vera á varðhaldi, soleiðis at dupultfunktiónir ikki fara at grógva sum hundalond bæði á bygd og í býi, táið skeklast skal sundur.

Táið menn eru vorðnir samdir um leiklutin hjá framtíðarkommununum í Føroyum, táið kommunumørkini eru sett hareftir, og ein møgulig útjavningarskipan av skattainntøkunum er sett í verk, er tíðin komin til landspolitiskt siðaskifti. Eitt løgting, sum verður valt í einum valdømi. Eitt løgting, sum kann agera sum parlament, úteftir og inneftir. Sum eitt veruligt parlament, evsti myndugleiki landsins, og ikki sum nú, eitt kommunalt spælipláss í danska eindarríkinum, harið teir føroysku kommunalu kasjettarnir í so oftani eru alt ov sjónskir, m.a. í aktuella málinum, sum nú liggur í rættarnevndini, og sum helst kemur útaftur sum ein spølkumma við ongum haldi.

Teir hildu bara stand í París í 10 vikur. Konseptið, sum nú verður sett á lunnar í Føroyum, skal helst helst vera somikið væl umhugsað og greitt, at tað heldur í nógv ártíggjur fram. Bulurin so sterkur, at hann ikki fær somu lagnu sum seinastu kommunardarnir á kirkjugarðinum Père-Lachaise. Eugène Pottier yrkti sangin Internationala um hetta mundið, kanska løgtingið eftir hendan reformin tekur eitt fet út í altjóða samfelagið, fyri at gerast javnbjóðis leikari millum aðrar tjóðir, sum vóru skjótari á avtrekkjaranum enn vit, táið tær funnu útav, at vælmøbleraður nationalstatur er einasta instrumentið, sum eigur tærið í sær, at flyta eitt fólk inn í framtíðina og broytingarnar.