Kommunala fíggjarstøðan eingin hóttan

So kom enn ein gravarsálmur úr Fíggjarmálaráðnum, hesaferð um fíggjarstøðuna hjá kommununum

Boðskapurin var ikki til at misskilja. Kommunurnar hava við bindi fyri eyguni í teimum góðu tíðunum rent seg fíggjarliga út av tromuni, og nú má landsstýrið stramma upp.

 

Jú, víst hava fleiri kommunur torføra fíggjarstøðu í løtuni, men orsøkin til hetta er sanniliga ikki fíggjarligt ella politiskt óskil í kommununum, so sum Fíggjarmálaráðið vil vera við.

 

Og lat meg siga tað hart og týðiliga, at kommunurnar eru als ikki á veg út av tromuni!

 

Samlað sæð er kommunuskuldin netto á uml. 450 mió kr. Tó at Fíggjarmálaráðið slær hetta stórt upp, so svarar hetta bert til eina triðings skattaálíkning hjá kommununum. Tað er tí eisini greitt, at kommunuskuldin er ikki nøkur samfelagsbúskaparlig hóttan, tó at hon er ójavnt býtt millum kommunurnar.

 

Flestu kommunur hava fyri langari tíð síðan endurskoðað fíggjarætlanirnar og tillagað virksemið til fallandi inntøkurnar. Hetta ber boð um skynsama fíggjarstýring og handlikraft.

 

Flytur fokus

Tað er lætt at lesa roknskap, tá ið tað ikki verður farið afturum tølini. Tá Fíggjarmálaráðið velur at skýra politisku leiðslurnar í kommununum fyri manglandi skynsemi, er hetta bert roynd at flyta fokus frá veruligu trupulleikunum.

 

Og veruligu trupulleikarnir eru, at landið áleggur kommununum nýggjar uppgávur, uttan at neyðuga fíggingin fylgir við. Í øðrum førum verða bert útreiðslurnar fluttar til kommunurnar at gjalda, men uppgávan liggur eftir hjá landinum.

 

Dømini um hetta eru mong og innan flest øll málsøki, og tað sigur seg sjálvt, at tað er trupult hjá kommununum at fíggjarstýra, tá ið landsstýrið í heilum og uttan fyrilit broytir fortreytirnar.

 

Loyniligi kreppupakkin

Í staðin fyri at leggja eftir kommununum, so kann við røttum spyrjast, hvussu væl landskassin varð stýrdur í góðu tíðunum. Tað mesta av hesum árinum hevur landsstýrið arbeitt við einum loyniligum kreppupakka – einum pakka, sum í stóran mun skal rudda upp eftir landsstýrinum sjálvum.

 

Tey signal, sum hóast alt eru borðin út, hava mest verið um sparingar og skerjingar. Hetta merkir aloftast, at landskassin enn einaferð arbeiðir við at flyta útreiðslur yvir í kommununukassarnar at fíggja – og tað uttan kompensatión til kommunurnar.

 

Hetta sigur ikki so lítið um støðið á fíggjarstýringini hjá landsins politisku leiðslu.

 

Vit mugu ikki gloyma, at kommunurnar standa fyri umleið 30% av almennu útreiðslunum. Kommunurnar røkja fleiri av teimum mest týðandi vælferðartænastunum til borgararnar.

 

Kommunurnar hava tí ein lyklaleiklut, um ein kreppupakki – ella vakstrarpakki – skal eydnast og verða øllum samfelagnum at gagni.

 

Men kommunurnar verða tíverri ikki tiknar við í hetta arbeiðið. Tær verða ikki spurdar, tær verða ikki kunnaðar – tær verða stutt sagt hildnar uttanfyri alla ávirkan.

 

Tí í landsstýrinum verður stýrt við bindi fyri eyguni!