Kommunala Brennistøðin fingið andarhol

Kommunala Brennistøðin á Hjalla í Havn skuldi klára seg eina tíð, eftir at hon hevur útflutt 1000 tons av ruski til Danmarkar at brenna. Men um steðgur kemur í, og tá ið umvælingar skulu gerast aftur til várs er helst neyðugt aftur at útflyta rusk

– Vit hava ballað og sent 1000 tons av ruski til Danmarkar at brenna. Útgerðin til at balla fór av landinum aftur við Norrønu hóskvøldið, sigur John Erik Hansen, leiðari á Kommunalu Brennistøðini.

Rusk hópaðist upp

Tað var í november, tá ið regluligt viðlíkahaldi skuldu gerast, at Kommunala Brennistøðin rendi seg í trupulleikar. Ovnurin varð sløktur í góðar tvær vikur, og til bar ikki at fáa so nógv rusk til IRF í Leirvík at brenna.

– Siloin hjá okkum var mest sum full, og vit høvdu ikki nógv goymslupláss eftir. Vit kláraðu tí ikki at taka ímóti meira ruski, og máttu finna eina aðra loysn, sigur John Erik Hansen.

Tað endaði við, at Kommunala Brennistøðin leigaði fólk og útgerð frá danskari fyritøku til Føroya fyri at pakka og senda ballur til Danmarkar at brenna.

Tórshavnar kommuna samtykti eina eykajáttan á 2,3 milliónir krónur fyri at tað skuldi bera til at flyta hesi 1.000 tonsini av burturkasti beinanvegin.

Tørvur á størri ovni

Leiðarin á Brennistøðini vísir á, at neyðugt er at fáa ein størri ovn.

– Í løtuni er ikki so nógv rusk í silo’ini, so vit skuldu klára okkum eina tíð, um einki óvæntað hendir. Ovnurin klárar at brenna 2,5 tons um tíman, men tað kemur so nógv rusk inn, at vit klára ikki at brenna størri nøgdir enn tað, vit longu brenna. Higartil í ár hevur ovnurin brent 94,4% av tíðini. Nakrir mánaðir hava vit brent 100% av tíðini, sigur John Erik Hansen.

Hann vísir á, at við framhaldandi fólkavøkstri, nógvum virksemi í vinnuni og meira ruski, vaksa nøgdirnar av ruski.

Einaferð til várs skulu umvælingar aftur gerast á ovnin í Kommunalu Brennistøðini, og steðgast má at brenna. Tá er vandi fyri, at tað aftur verður neyðugt at útflyta rusk til Danmarkar at brenna. Tórshavnar kommuna hevur sett 7 milliónir krónur av til keyp av útgerð til at útflyta rusk. 1 millión er eisini játtað til at gera eina støðulýsing og kanna møguleikar á burturkastøkinum í framtíðini.