Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vísir ákærunum frá Føroya Pedagogfelag aftur

Aftur hesaferð fær Kommunala Arbeiðsgevarafelagið toyggið frá Føroya Pedagogfelag. Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, ákærir í eini grein í fjølmiðlunum og heimasíðuni hjá felagnum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri at hava lagt fót fyri bæði einum dagstovnaráði, einum arbeiðsbólki, ið skuldi endurskoða dagstovnalógina, og einum samstarvsráði. Skrivað verður m.a.: “eisini her eydnaðist tað KAF at leggja fótonglar fyri, at nakað skuldi koma burturúr”, og í øðrum føri verður skrivað: “at KAF kravdi vald fyri gjald og noktaði at møta á fundi í samstarvsráðnum”. Somuleiðis verður í greinini víst á stóru samstarvstrupulleikarnar millum Mentamálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.
Her mugu verða onkrar misskiljingar.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur sum høvuðsuppgávu at samráðast um sáttmálar við fakfeløg, sum hava starvsfólk á kommunala økinum. Harumframt ráðgevur felagið kommununum og kommunalu felagsskapunum í starvsfólkamálum og líknandi. Felagið hevur tí ongantíð viðgjørt ella umrøtt omanfyri nevndu viðurskifti, tí hetta eru viðurskifti, sum kommunurnar sjálvar hava ábyrgdina av. Okkum kunnugt hava umboð fyri kommunufeløgini verið á fundum við Mentamálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Vit vita ikki, um arbeiðið í omanfyri nevndu ráðum er steðgað, ella hví tað er steðgað.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kennir einki til samstarvstrupulleikar við Mentamálaráðið.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fer ikki at gera aðrar viðmerkingar til skrivið, uttan bara at vísa á, at ákærurnar eru sendar til skeivan móttakara.
-------------
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið