Kommunal útjavnin er oyðsl av almennum pengum

Anfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn, sigur, at tað kemur ikki upp á tal við kommunalari fíggjarligari útjavning, so leingi sum vit hava 30 kommunur í landinum.

 

Hann sigur trupulleikan vera tann, at kommunurnar eru ov smáar og ikki hava fíggjarliga orku at veita nøktandi og kappingarførar tænastur til sínar borgarar.

 

- Loysnin er als ikki at súgva til sín pening úr høvuðsstaðnum, men heldur at leggja saman í størri eindir, sigur Annfinn Brekkstein í samrøðu við Rás 2.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni.