Hví gera tit einki í bygdar/býráðum í hesum oyggjum, fyri at skapa fortreytir/grundarlag, so fólkið kann støðast, spyr børnini/ungdómar/tykkara í dag?
Nei, tað gera tit ikki, tí framburður, trivnaður, menning, liggur ikki so frammarliga hjá øllum bý- og bygdaráðslimum í nevndu útjaðaraoyggjum!
Hví hyggja tit kommunal og landspolitikkarar ikki at teimum umstøðum frítíðarfelagsskapir/ítróttarfelagsskapir/virka undir í heimstaðar kommunum?
Tað kann ikki vera rættvíst at fólki flytir til Havnar tá ið tit einki gera í bý/bygdaráðum í útjaðaraoyggjunum fyri at fáa fólkið at støðast í dag?
Tað eru hesi, ið hava tikið lívsgrundarlagið undan øllum heimstaðar kommunum tá fólk leita sær til Havnar/Suðurstreymoy tit kunnu læra av?
Eg vil hava avbygdarfólki eftir lokna útbúgving/avlærd at flyta úr Havnini/Suðurstreoymoy til heimstaðar kommunurnar sum áður nevnt?
Tey skulu taka við øllum teimum arbeiðum/størvum/ fólk leggja frá sær vegna aldur og hvør skal síðani taka sær av teimum, hugsi um tað?
Eg eri veruliga fyri at skapa bygdar/býar/økismenning og reka útjaðarapolitikk ein áður hevur umrøtt í bløðunum og fingið greitt øllum frá?
Hvat hava tit at bjóða vitjandi í heimstaðar kommunum gistingarmøgu-leikar/café/matstovu/ølklubba/biograf/ dans/ítrótt/mentan/list?
Hví hyggja tit kommunal og landspolitikkarar ikki at slíkum í bý og bygdaráðum úti í heimstaðar kommunum í útjaðaraoyggjunum?