Kommunal dagrøkt í 25 ár

Hin 1. desember í ár eru liðin 25 ár, síðan dagrøktin í Miðvági gjørdist kommunal. Hetta ætlar kommunan at hátíðarhalda við almennari samkomu. Miðvágs kommuna ætlar ikki, at tað skal fara aftur við borðinum, at 25 ár nú verða liðin, síðan dagrøktin í kommununi gjørdist kommunal.

- Hetta fara vit at hátíðarhalda við almennari samkomu í auluni í bygdarskúlanum komandi fríggjadag, sum er hin 3. december.

Kommunan sigur, at hátíðarhaldið verður frá klokkan 16-18 hendan dagin.

- Barnaansingin er broytt munandi, síðan byrjað varð við dagrøktini, men framvegis eru børn í dagrøkt, hóast bæði barnagarðar og frítíðarskúli eisini eru.

Miðvágs kommuna veit at siga, at um ikki so langa tíð fara øll børnini, sum í dag eru í dagrøkt, at sleppa í nýggja stovnin á Stórutrøð.

- Tá verður dagrøktin niðurløgd, og børnini í dagrøktini fara í vøggustovu.

Tað sigur Majbritt Poulsen, sum er dagrøktarleiðari, við heimasíðuna hjá Miðvágs kommunu.

Børnini, sum ganga í dagrøkt, eru í aldrinum 0-3 ár, og hesi eru 23 í tali.

- Dagrøktarbørnini eru dagliga í røkt ymsastaðni í bygdini, men hittast tó í spælistovuni, sum er í gamla Salem. Her eru tey tveir dagar um vikuna, sigur dagrøktarleiðarin.

Majbritt Poulsen leggur aftrat, at øll børnini tó ikki eru í spælistovuni samstundis, men at hvør dagrøktarmamma er við sínum børnum minst einaferð um vikuna.