Svarið skuldi verið sjálvsagt.
Fara vit í huganum eini 8-10 ár aftur í tíðina, vita vit, at støðan hjá landi og kommunum var út av lagi vánalig, men so væl hevur viljað til, at vit eru rættiliga komin fyri okkum aftur, hóast ikki allar súðir eru syftar enn. Byrurin hevur verið heilt góður, men samstundis hava tey allarflestu fólkini, ið hava staðið á odda, víst ábyrgd og ásannað, at vit mugu ikki koma okkum aftur sama díki. Hetta er eisini galdandi fyri Tórshavnar kommunu. Sitandi býráð kann vísa á framúr góð úrslit at leggja fyri fólksins dóm, og sjálvandi eigur hesin politikkur at fáa eitt valskeið afturat – við sama skipara! Kommunan er væl á veg at berja øll fíggjarlig fjøtur av sær og er vorðin munandi størri, sterkari og ríkari hesi fýra árini. Henda góða kósin skal haldast. Landsins høvuðsstaður má hava so mikið stórt fíggjarligt rásarúm, at møguleikar eru at endurnýggja seg og hyggja frameftir. Sum bygdaráðslimur í Argja kommunu 1993-96 veit eg, hvussu støðan var. Ta ferðina var tað lítið lokkandi at stilla upp til bygdaráðsval. Vit funnu so fram til - saman við tí tá sitandi býráðnum – til eina varandi og haldgóða loysn fyri borgararnar í Argja kommunu. Fáur man í dag muta ímóti tí avgerðini, og ein onnur rættiliga stór kommuna við nógvum møguleikum, Kollafjarðar kommuna, hevur tikið somu avgerð, men ivaleyst av eitt sindur øðrvísi orsøkum. Tað kennist væl nú at síggja, at handa avgerðin var tann rætta, hóast okkurt smávegis kann vera at seta fingurin á, men tað hevur einki at siga í longdini. Nú er "tillagingartíðin" farin afturum í øllum góðum, og vit í gomlu Argja kommunu kunnu við góðum treysti líta frameftir. Eg ynski eisini kollfirðingum vælkomnum í Tórshavnar kommunu og vóni, at teir fara at trívast væl og fáa nógv burturúr.
Grundarlagið undir fíggjarorkuni hjá kommunum er hvør einstakur skattgjaldari, sum tí hevur bæði rætt og skyldu at fylgja við býráðsarbeiðinum. Kommunuskatturin fyri alt landið er upp ímóti 90% av landsskattinum, so her er talan um eina tunga byrði fyri hvønn borgara. Øll vildu vit havt hesa byrði eitt sindur lættari, og tað kunnu vit helst eisini fáa, um skil og samvitska vera sett í hásæti í staðin fyri skilaloysið frá áttati árunum, tá ið kommunurnar fingu - við loyvi frá landsstýrinum - at læna seg út á sjógv, og skattaprocentið var ósambæriliga lágt. Innan fyri hendan avmarkaða fíggjarkarmin skulu vit búleikast, men summi valevni hava ikki altíð hetta fremst í huganum. Tað er ólíka lættari at spyrja (tilvildarlig?) fólk í bussskýlum, um tey keða seg, og síðani blása hetta upp til tann stóra tørvin. Vit kunnu vera og hava eisini loyvi at vera ymisk á máli um mangt og hvat í kommununi, men at halda fast um fíggjarliga førleikan og sjálvbjargnið kommununnar eiga vit at hava fremst í huganum!
Orðið kommuna merkir felagsskapur, og tað er júst felagskensluna vit skulu styrkja í hesum tíðum. Ein samhaldsfastur og solidariskur felagsskapur, sum er førur fyri at fremja munagóðar loysnir skjótt, t.d eitt nú tað átrokandi ansingarmálið. Henda samábyrgdin er eisini neyðug, tí at kommunan eftir fáum árum er munandi vaksin bæði í stødd og fólkatali, men umboðini lutfalsliga fækkað.
Regin av Steinum
valevni í Tórshavnar kommunu fyri Tjóðveldisflokkin