Síðan Meløy kommuna í Noregi er farin at veita stuðul til fólk, sum vilja byggja sær nýggj hús í kommununi, er áhugin fyri at seta búgv nógv vaksin.
Í tíðarskeiðnum 2012 til 2015 kunnu øll, sum fyrstu ferð byggja sær nýggj heilsárshús í kommununi, fáa 100.000 krónur í stuðli til byggingina.
Samstundis kunnu øll, sum fyrstu ferð keypa sær hús og seta búgv í kommununi, fáa 50.000 krónur í stuðli til húsakeypið.
Treytin fyri at fáa stuðulin á 100.000 ella 50.000 krónur er, at fólk búgva í húsunum í minsta lagi fimm ár.
Síðan 2012 eru umsóknir um nýbygging streymaðar inn í Meløy kommunu.
- Higartil hava tilsamans 29 familjur fingið stuðul í sambandi við nýbygging og keyp av húsum, sigur ráðgevin hjá kommununi, Knut Johan Bakklund.
Hin 20. mars í ár lá Meløy kommuna inni við 19 nýggjum og óviðgjørdum umsóknum eftir nýggju skipanini.
Fred Karstein Myrås, sum er á myndini, er saman við damu síni, Yvonne Lorentzen, ein av teimum, sum hevur fingið 100.000 krónur í stuðli til nýggjan og egnan bústað.
- Tað var nýggja skipanin, ið gjørdi, at vit fóru undir at byggja okkara egnu hús, sigur hann við www.nordlys.no