Talan er um ein-til-ein ráðgeving, har einstaklingar kunnu bíleggja sær eina tíð til eitt prát við fyritøkuna, CommIT, ið veitir ráðgeving innan ferðavinnumenning.
Eysturkommuna sigur, at hetta er eitt ókeypis tilboð, bæði til tey, ið longu eru í gongd við eitthvørt tilboð til ferðafólk, og til tey, ið hava eitt hugskot at fara í gongd við.
Tiltakið í morgin er eitt framhald frá seinasta týskvøld, tá ið tað var start-up fundur fyri ferðavinnu í Eysturkommunu. Tá møttu 40 fólk upp at hoyra um nýggjar vinnumøguleikar innan ferðavinnu ella at fáa hugskot til verandi ætlanir.
Tað var Eysturkommuna, sum í samstarvi við ráðgevarafyritøkuna CommIT, ið skipaði fyri.
Kommunan hevur gjørt avtalu við CommIT um at lýsa, hvat Eysturkommunu hevur at bjóða innan ferðavinnu, og hvussu varpað verður ljós á tað, sum eyðkennir økið.
Kommunan sigur, at endamálið er at stimbra undir átøk til ferðafólk og at samansjóða og skipa ferðavinnuna í kommununi.
Kommunan sigur víðari, at CommIT fer framyvir at skipa fyri tiltøkum fyri ferðavinnuveitarar um vørumenning og marknaðarførslu. Harafturat fara tey at skipa fyri átøkum fyri ferðavinnuspírum/íverksetum, um hvørjir møguleikar eru í ferðavinnuni, hvat krevst fyri at gera hugskot til veruleika, og hvussu ein skipar sítt virksemi best.