Aftur í ár skipar Nes kommuna fyri gongutúrum, og hin fyrri túrurin verður í morgin, leygardagin hin 12. mai.
Byrjað verður við Tofta skúla klokkan 9.30, og gingið verður eftir varðagøtuni, sum er millum Toftir og Runavík.
Hin seinni gongutúrurin, sum Nes kommuna skipar fyri, verður leygardagin í næstu viku. Tá verður byrjað yviri í enda í Rituvík, og gingið verður yvir í Nev.
- Á báðum túrunum verður staðkent fólk við, sum greiðir frá á túrunum, sigur Nes kommuna.









