Kommuna leggur horoskop fyri brúðarpør

Keypmannahavnar kommuna hevur leitað sær ráð hjá astrologi í sambandi við, at nógv pør vilja giftast 7. september í ár.

Dagurin 7.9.13 verður hildin at vera serligur, og tí hava fleiri kommunur merkt áhuga frá pørum, sum ætla at giftast henda dagin.

Keypmannahavnar Kommuna hevur fingið ein astrolog at leggja horoskop fyri henda dagin og bjóðar vígslur "av ótrúliga slagnum" á heimasíðuni. Hetta skrivar Jyllandsposten.

Tiltakið hjá høvuðsstaðarkommununi hóvar ikki øllum. Millum onnur halda prestar, at almennir stovnar eiga ikki at rætta seg eftir pátrúgv og brúka stjørnuspámenn.

Flemming Otto, leiðari á brúðarskrivstovuni í Keypmannahavnar kommunu, leggur ikki so nógv í atfinningarnar.

"Vit eru ein vígslumyndugleiki, sum lagar seg til eftirspurningin frá borgarum. Vit dugdu at síggja, at marknaður var fyri at giftast 7.9.13. Pátrúgv er tengd at hesum tølunum, og tí hava vit valt eitt tema út frá tí og hava fingið fatur í einum astrologi at vita, um serlig astrologisk tekin eru fyri dagin," sigur hann við Kristeligt Dagblad.

Keypmannahavnar kommuna ræður fólki til at bíleggja tíð longu nú, um ætlanin er at giftast á ráðhúsinum 7. september.

Higartil hava 70 pør boðað frá, at tey vilja giftast har tann dagin, men kommunan væntar nógv fleiri.

Ein annan merkisdag, 12. desember í fjør (12.12.12), vóru 260 vígslur á ráðhúsinum í Keypmannahavn.

Hvørt ár eru fleiri serstakar vígslur í høvuðsstaðnum. Okkurt parið verður gift í Botanisk Have, og onnur verða vígd í torninum á ráðhúsinum.

Byrja kl. 10.35

Vígslurnar á ráðhúsinum 7. september byrja klokkan 10.35, tí tað skal sambært stjørnuspámanninum geva best hugsandi karmar um nýggj hjúnaløg.

Beint tá standa gongustjørnurnar Mars og Venus í heilt serligari støðu," skrivar Karl Aage Jensen, astrologur, í horoskopinum, hann hevur lagt fyri kommununa.

"Gongustjørnurnar standa fyri kvinnuligu og mansligu orkuni í lívinum og í hjúnalagnum. Báðar orkur standa í miðdeplinum í horoskopinum, og hesum fara mongu hjúnaløgini at fáa gagn av," vil stjørnuspámaðurin vera við.