Í síðstu viku kundu tey á kommunuskrivstovuni í Sunda kommunu heiðra Dagny Hellisdal, sum er fyrsti skrivstovunæmingur, útbúgvin á skrivstovuni í kommununi.
- Dagny hevur verið sera nærløgd og arbeiðssom í umsitingini hesi árini, og í gerandisdegnum hevur hon tættast samskifti við allar okkara borgarar, sum venda sær til skrivstovuna.
Í Sunda kommunu siga tey, at hetta tískil er eitt sera týdningarmikið starvsøkið í kommununi.
- Vit ynskja Dagny hjartaliga tillukku við útbúgvingini og gleðast um, at hon heldur fram í umsitingini, siga tey í Sunda kommunu.
##med2##
##med3##