Vilja styrkja samskiftið við vinnuna í nærumhvørvinum

- Vit vilja hoyra, hvørjar avbjóðingar, ætlanir og tankar tit ganga við, og samstundis kunna um, hvat kommunan arbeiðir við á vinnu-og umhvørvisøkinum.

Hósmorgunin 23. november klokkan 9 bjóðar Sunda kommuna vinnuni í økinum til morgundrekka á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka. 

 

Endmálið við fundinum er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið.

 

- Vit vilja hoyra eitt sindur um, hvørjar avbjóðingar, ætlanir og tankar tit ganga við, og samstundis kunna um, hvat kommunan arbeiðir við á vinnu-og umhvørvisøkinum.

 

Soleiðis siga tey í Sunda kommunu.

 

Víst verður á, hvør skráin til fundin við vinnuna er:

 

* IRF – Skiljing og økonomi av skiljing

* Hagstovan - Vinnulívið í Sunda kommunu í tølum

 

Í Sunda kommunu vísa tey á, at morgunfundurin millum kommununa og vinnuna er eitt afturvendandi tiltak, so tað framhaldandi verður virkað fyri menning og framburði. 

 

- Vit vóna, at vinnan hevur hug at luttaka til eitt óformelt og hugnaligt vinnuprát, siga tey í Sunda kommunu.

 

Boðast kann frá luttøku á teldupostinum susanna@sunda.fo í seinasta lagi mánadagin 20. november klokkan 12:00.

 

- Fyri at fáa pláss fyri so nógvum vinnufeløgum sum gjørligt, hava vit avmarkað luttøkuna til í mesta lagi at verða tvey fólk frá hvørjari fyritøku, verður lagt aftrat.