Tórshavnar kommuna boðar í dag frá, at kommunan nú fer undir at bjóða út virknisvenjing, so fólk, sum leita eftir arbeiði, fáa møguleika at brúka sínar førleikar sum skjótast.
Henda virknisvenjing er bæði fyri fólk, sum nýliga eru flutt til Føroya og enn ikki hava fingið starv, og til fólk, sum eru dottin úr ALS-skipanini.
Hoyrið samrøðu við Ingunn Eiriksdóttir, miðfyrisitingarstjóra í Tórshavnar kommunu, við at trýsta á pílin undir myndini.