Kring landið verður gamlaárskvøld hildið við báli, fýrverki, sangi ella røðum.
Eins og undanfarin ár verður eisini í ár skipað fyri nýggjárshaldi við Bygdahúsið á Strondum um midnáttarleitið gamlaárskvøld.
- Fýrverk verður skotið, og aftan á fáa vit suppu, og vit fara at syngja og hugna okkum, siga tey í Sjóvar kommunu.
Tá klokkan verður 01.30, bjóðar Sjóvar kommuna til ókeypis dans í Bygdahúsinum, har LM-Band fara at spæla, og kommunan letur heilsa, at fólk eru hjartaliga vælkomin.









