Kommufelagið átalar Búskaparráðið

Kommunufelagið átalar nú Búskaparráðið fyri teirra seinastu frágreiðing, har tey siga, at kommunur í Føroyum taka ov nógvan pening inn og at eftirlitið við teimum skal herðast.

 

Kommunufelagið vísir á, at kommunur taka pening inn eftir einum fíggjarleisti, ið er fyri eitt á í senn. Tað vil siga, at tað er ein óvissa tengd at metingunum, tí ein fær ikki tikið hædd fyri óvæntaðum viðurskiftum, ið kunnu taka seg upp. Ein samtykt fíggjarætlan bindur útreiðslustøðið í eini kommunu í eitt ár.

 

Kommunufelagið vísir á, at eitthvørt eftirlit, ið hevur til endamáls at áseta t.d. eitt útreiðsluloft á hjá kommunum, er í stríð til við kommunala sjálvræði, ið er staðfest við lóg, vísir Kommunufelagið m.a. á í lesarabrævi í dag.

 

Lesarabrævið kann lesast her