Kommasetingin í teimum føroysku bløðunum hevur verið stak vánalig tey seinastu árini, hóast nógv av teimum, sum skriva, eru sokallaðir akademikarar, sum skuldi væntað høvdu skil á kommaseting, men sjálvan barnalærdókin í kommaseting duga nógv av hesum ikki. Tað, sum meginparturin av einum 7. flokki fyri 30 árum síðani dugdi, duga hesi fólkin ikki.
Tað, sum eg ætlaði at koma við einum hjartasuffi um á hesum sinni, er kommaseting í samband við sernøvn.
Nógv, sum skriva, halda, at koma tey til eitt sernavn, so skal komma setast, men so er minni enn so altíð, og skal eg taka nøkur dømi.
Vaktarskipið Tjaldrið sleipaði trolaran Steintór inn á Havnina.
Ofta síggja vit, at komma verða sett um Tjaldrið og Steintór, men í hesum førunum skal einki kommast setast. Vaktarskipið Tjaldrið og trolarin Steintór hoyora tætt saman og skulu tí ikki skiljast sundur av komma, tí tað verður lagdur dentur á, at tað er vaktarskipið Tjaldrið og trolarin Steintór, talan er um. Høvdu vit havt skrivað: Vaktarskipið, Tjaldrið, sleipaði&, so lá í tí, at tað var bara eitt vaktarskip, og tað æt Tjaldrið, men tað var jú ikki meiningin.
Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, er suðuroyingur.
Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, gekk ígjøgnum Norðoyatunnilin í gjár.
Her skulu vit seta komma um Jóannes Eidesgaard og Steinbjørn Jacobsen, tí tað er bert ein løgmaður og bert ein borgarstjóri í Klaksvík, og so fáa vit at vita, sum í einum innskoti, at annar er løgmaður, og hin hevur verrið við til eitt tiltak, og tí skulu vit hava komma har.
Vónandi fara viðkomandi persónar at lesa hatta og taka tað til eftirtektar, tí hetta er skrivað í góðari meining.