Kommandørhúsini í Havn verða nú til hotel

Sermerktu húsini yvir við Strond í Havn, sum síðani 1951 hava hýst ovastanum á herstøðini í Mjørkadali, skulu nú umbyggjast til hotel.

 

Tað eru hjúnini Lis og Jóhan í Niðristovu, sum saman við dóttrini Beintu Rasmussen og manni hennara, Chris Ørvarodd, sum hava keypt húsini.

 

Tær báðar hava drúgvar royndir. Lis í Niðristovu sum stjóri á Hotel Føroyum og Beinta Rasmussen hevur arbeitt í mong ár í gistingarhús- og matstovuvinnuni. Seinastu árini hava tær rikið Kaffihúsið í Vágsbotni í Havn.

 

Tað er ein gomul ætlan hjá teimum, sum nú verður veruleiki.

 

– Vit hava leitað leingi eftir húsum til endamálið, og tá hesi húsini vórðu sett til sølu, so vóru vit ikki í iva, at hetta vóru tey røttu húsini, sigur Jóhan í Niðristovu.

 

Hann sigur, at tað liggur teimum nær at hjarta at varðveita stílin hjá hesum serstøku marglætis húsum. Tey eru bygd í 1948. Tað var Havgrímur Johannesen, heilsølumaður, sum læt tey byggja, men hann flutti longu úr húsunum í 1951, tá danski staturin yvirtók húsini.

 

Landsstýrið yvirtók húsini frá statinum í 2014 í avtaluni, sum eisini fevndi um ognirnar hjá statinum í Mjørkadali og á Sornfelli, Henrik Old, landsstýrismaður, gjørdi nú av at selja húsini.

 

Húsini liggja sera væl fyri, og stykkið kring húsini røkkur heilt oman í sjóvarmálan. Beint niðanfyri liggur Eystfalssker, sum vit kenna úr sanginum hjá Hans Andreas Djurhuus »Í góðum veðri hann dyrgdi«.

 

Ætlanin er at hava 14 dupult hotelkømur við wc og bað. Eisini verður ein matstova til morgunmat. Húsini eru í trimum hæddum, sum allar verða innrættaðar til hotelvirksemi.

 

– Enn vita vit sum sagt ikki í smáltir, hvat skal gerast, og hvussu skjótt tað skal gerast. Tað er tað, sum vit eru við at finna fram til, sigur Jóhan í Niðristovu.