Kommandørarnir siga farvæl

Kommandørarnir Carl og Gudrun Lydholm koma at hava farvælmøti í Frelsunarherinum í Tórshavn sunnudagin 10. oktober.

11. juli 2005 fekk Frelsunarherurin í Føroyum, Noreg og Í slandi nýggjar kommandørar (landsleiðarar). Tað var danska parið Carl og Gudrun Lydholm. Tey hava útbúgving sum offiserar í Frelsunarherinum og gingu í skúla í altjóða offisersskúlanum í London 1965 og 1966. Tey giftust í 1967, og eiga trý børn.

Í teirra tænastu sum frelsisoffiserar hava tey millum annað havt ordrar sum korpsleiðarar í Danmark og í Onglandi. Tey hava verið divisjónsleiðarir (økisleiðarir), finanssekretær, redaktør fyri Krigsropet (vikublaðið hjá Frelsunarherinum), generalsekretær fyri Russland, havt ábyrgdina av eftirútbugvingini hjá teimum russisku offiserunum, og tey hava verið kommandørar fyri Finnland og Estland.

Carl Lydholm hevur verið virkin í tvørkirkjuliga arbeiðinum í Danmark, har hann var limur í Nordisk Økumenisk Råd og Økomenisk Fællesråds forretningsudvalg, har hann eisini eitt tíðarskeið var næstformaður.

Gudrun Lydholm hevur eksam í Teologi frá Københavns Universitet (Cand.teol). Hon var limur í Frelsesarmeens International Doctrine Council frá 1992-2004. Hon hevur verið virkin í tvørkirkjuliga arbeiðinum í Danmark, hon var limur í studiekomiteen og í altjóða ráðnum í Økomenisk Fællesråd. Eisini hevur hon verið í Det Danske Bibelselskab.

Ein nýggj tilvera byrjar 30. november, tá tey hava sín síðsta arbeiðsdag sum kommandørar. Men áðrenn tað, skulu hjúnuni á eina langa rundvitjan, har tey koma at hava farvæl møtir. Tey vitja teir størstu býðirnir í Noregi, Íslandi og Føroyum. Tá rundvitjanin er liðug, bíðar teimum ein tilvera sum pensjonistar í Keypmannahavn. Tey ætla sær tó ikki at sita hendur í favn, tey hava ætlanir um at skriva bók, gera okkurt filmarbeiði, og ikki minst fara tey at verða omma og abbi, tey eiga 9 ommu-abbabørn.