Kommandør vitjan í Frelsunarherinum í Tórshavn

Vikuskifti 16.-18. mars vitja kommandørarnir B. Donald og Berit Ødegård Frelsunarherin í Tórshavn.

 

Vikuskifti 16.-18. mars vitja kommandørarnir B. Donald og Berit Ødegård Frelsunarherin í Tórshavn. Í sambandi við vitjanina verða møti fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnudagin.

Hjúnini vóru sett í starv sum leiðarar fyri Frelsunarherin í Noregi, Íslandi og Føroyum tann 1. februar 2000. Saman hava tey starvast í Frelsunarherinum í meir enn 30 ár. Størsta partin av tíðini hava tey verið í ymsum londum í Afrika (Zimbabwe, Suður Afrika, Nigeria, Kenya, Tanzania og Uganda).

Kommandør B. Donnald Ødegård er cand. mag. og hevur fleiri ferðir í stytri tíðarskeiðum havt ábyrgd av leiðaraútbúgvingum Frelsunarhersins. Hann var leiðari fyri Offiserskúlan í Akser í Noregi frá 1990 til 1993.

Í 1993 vóru tey næstleiðarar fyri arbeiði Frelsunarhersins í Nigeria. Síðstu 3 árini hava tey verið territorial leiðarar fyri arbeiðinum í Eystur Afrika (Kenya, Tanzania og Uganda).

Í sambandi við vitjanina er divisiónsleiðarin fyri Ísland og Føroyar, major Knut Gamst, eisini í Føroyum og hann verður eisini við til møtini hetta vikuskifti.